Tað er tíverri framvegis soleiðis í Føroyum í ár 2000, at fakligar meiningar bert verða tolereraðar av ávísum kreftum, um hesar fakligu meiningar eru ?tær røttu?. Vit sóu í Dagblaðnum eitt álop á tveir navngivnar búskaparfrøðingar, bara tí hesir dittaðu sær at hava eitt sjónarmið, ið ikki hóskaði til ?vertin á hvat annar fær, eg skal nøra sjálvum mær ? grundsjónarmiðið? hjá hesum blað. At tveir búskparfrøðingar seta fram eitt sjónarmið kann í summum førum elva til kjak, men harmiligt er, um farið verður eftir monnunum, heldur enn bóltinum. Vit sóu eisini hettar, tá Jørgen Niclasen uttan haldgóða argumentatión leyp á formannin í búskaparráðnum í fimmaranum fyrr í ár.
At Dagblaðið kemur við populistiskum skvaldri um Cand ditt og datt átti einans at fingið føroyska serfrøði og borgarar í allari almindiligheit at fingið eyguni upp fyri hvat Dagblaðið og Fólkaflokkurin stendur fyri.
Tað er alla æru vert, at fólk tora at standa fram við sínum fakligu meiningum. Harmiligt er, at man ikki kann gera hettar í Føroyum, uttan at verða persónliga hunddálkaður, og tí er uppaftur størri grund til at taka hattin av fyri fólki, ið tora hettar. Vit kunnu eisini skoyta uppí, at hesir báðir búskaparfrøðingarnir ikki eru í ringum selskapi, tá tað kemur til at verða hunddálkaður í Dagblaðnum. Tað hevði verið øll møgulig grund til at verið á varðhaldi, um hálv forsíðan á Dagblaðnum fór til at rósa teimum.
Hvar eru føroyskir búskaparfrøðingar? Hvat sigur búskapar- og løgfrøðingafelagið til, at fólk innan teirra fakumráði ikki kunnu gera sítt arbeiði, uttan at verða hunddálkað alment og tað entá í blaðnum hjá sjálvum løgmanni. Hettar átti at verið eitt upplagt evni til umrøðu í einum slíkum felag. Málið má vera at menna fakligt kjak við at eggja fólki at koma við sínum meiningum, uttan at tey skulu frykta fyri at verða persónliga útspilt alment.