Oddagrein· Raðfesting og fíggjarlóg

Landskassin er eftir øllum at døma í nógv verri standi, enn hildið var undan valinum. Skattainntøkurnar eru kanska einar tvey hundrað milliónir lægri enn mett varð fyri minni enn einum ári síðani. Harafturat forsømdi undanfarna samgonga at gera nakað við útreiðslustøðið, hóast blokkurin var niðurskorðin við 366 milliónum um árið.

Fyri samgonguna, sum nú situr, merkja fallandi skattainntøkurnar, at hon má endurskoða tað, ið farið var út til val uppá, tí fortreytirnar eru munandi verri, enn tosað var um undan valið.

Vónandi fer samgongan ikki at spara uppá sama máta, sum undanfarni landstýrismaðurin í fíggjarmálum skeyt upp, har man skar eitt prosent av allastaðni um ein kamb. Hetta er ikki skilagóður máti at spara uppá, tí endin verður, at alt riggar illa, tí eingin hevur nokk. Eisini eru sparingar um ein kamb ein ov lættur vegur út hjá politikarum, tí tað sleppur teimum undan at raðfesta. Hetta eiga teir ikki at sleppa. Teirra uppgáva er at raðfesta, so at skattgjaldarans peningur verður brúktur best møguligt til tað, ið skattgjaldarin vil, at peningurin skal fara til. Hetta merkir, at politikarar eiga at seta eina raðfesting upp, har tey týdningarmestu málini standa ovast, meðan tey ting, ið kunnu verða góð at hava, men ikki eru neyðug standa niðast, og kunnu fremjast, tá pensionistar, sjúk, avlamin, skúlaungdómur o.s.fr. hava fingið sítt. Tað, sum er neyðugt, má fram um tað, ið er gott at hava.

Hetta tekur okkum til politiska kjakið seinastu tíðina, har andstøðuflokkurin, ið hevur havt ábyrgd av markantu undirbudgetteringini hvørt ár seinastu 6 árini, setir kostnaðarmikil uppskot fram, uttan at fortelja, hvussu hesi skulu fíggjast.

Eitt dømi er listaskúlin, og helst er breið semja, um at ein slíkur skal gerast, tá ráðini eru til tað. Spurningurin er bara, um hesi ráðini eru til staðar í dag. Hvussu ætlar Tjóðveldsiflokkurin at fíggja ein slíkan í verandi løtu, har tað tykist trupult at fíggja tann dagliga raksturin av landinum, uttan lántøku? Vit spyrja bara!

Alt ov ofta verða málini diskuterað sum einkultmál, tá tey verða løgd fyri tingið. Tí fær man alt ov ofta eitt einsporað kjak, har tingini gerast svørt ella hvít. Um ein tinglimur fær settan spurningin, um hesin vil hava ein listaskúla í Føroyum, so svarar tinglimurin helst ja, tí hvør unnir ikki skapandi listini alt tað besta. Fær sami tinglimur settan spurningin, um vit skulu hava henda listaskúla ella, um vit fyri somu pengar skulu avskaffa bíðilistar í sjúkrahúsverkinum og innføra økisterapi, so verður svarið helst ikki so einfalt. Vit siga ikki, at hetta er reella støðan í dag, men hetta er ein roynd at lýsa, hvussu ein heildarmynd við einari heildarraðfesting má verða partur av politiska kjakinum, tí hetta er tann beiski veruleikin, ið politikarar mugu brynja seg til komandi árini. Politikarar í samgongu og í andstøðu.

Tað er gott, at Tjóðveldisflokkurin heldur áfram við at vísa á vegir fram til dømis innan mentanarøkið, men flokkurin skyldar eisini at fortelja, hvussu hetta skal gjaldast. Blokkurin, ið sambært somu tjóðveldisfólkum skapti "kunstiga vælferð" er skorin nógv, og tí verður minni til alt tað, ið ikki er strangt neyðugt, men bert gott at hava.At reka konstruktivan andstøðupolitikk er eisini at siga frá, hvaðani pengarnir skulu koma til at fíggja tey ymsu málini.

Sosialurin