Oddagrein·Raðfestingin er skeiv

Fíggjarlógarálitið skal nú viðgerast, men longu nú er greitt, at raðfestingin er ikki góð nokk. Samgongulimir erpa sær altíð av hvussu nógv prosent játtanin til eitt nú almanna og heilsuøkið er økt seinastu árini. Spurningurin er ikki hvussu nógvir pengar verða brúktir, spurningurin er hvussu hesir pengar verða brúktir.

Tað er stór skomm, at útreiðslurnar til almanna og heilsumál eru øktar í stórum, uttan at brúkarin, tað vil siga skattgjaldarin, merkir eina betri tænastu í eldrarøkt og ikki minst á landssjúkrahúsinum. Tað er stór skomm, at man noyðist at avlðsa viðgerð ella viðtalu á landssjúkrahúsinum, tí at tað lekur so illa. Ikki minst tá hugsað verður um, at man í svárastu krepputíðum megnaði at seta 10 milliónir av til viðlíkahald i einum fíggjarári ? meira enn Karsten Hansen megnar í allarbestu tíðum.

Vilhelm Johannesen hevur fyrr og aftur til hesa fíggjarlógarviðgerð funnist at kostnaðinum av umsitingini, ið er vaksin eksplosivt tey seinastu árini. Ongantíð so nógv, sum undir einum borgarligum løgmanni við einum samstarvsflokki, ið ynskir at føroyingar gerast minni heftir av donskum blokki. Størri umsitingin er, tess meira tðdning hevur blokkurin. Í løtuni hevur eingin justerað umsitingina til tann búskaparliga veruleikan aftaná blokkniðurskurðin uppá 366 milliónir, men hetta er tí, at raðfestingin er so út av lagi vánalig. Hvussu leingi fer brúkarin av almennum tænastum at finna seg í lekandi sjúkrahúsum og bíðilistum? Vit eru dag og dagliga vitni til, at almennir stovnar, ið hava beinleiðis samband við borgaran skulu spara og tí lækka tænastustøðið.

Tíverri sær tað út til, at almennu stovnarnir aftur skulu spara, meðan lítið verður spart í umsitingini. Gamaní okkurt verður endurskoðað, men sum heild er ikki samsvar millum orðini hjá Løgmanni og samgongulimum, um at teir eru varugir við tað óhepna í at hava ein rakstrarkostnað uppá á leið hálvtannaðhundrað milliónum um árið í reinari umsiting, meðan spart verður á stovnum og almennum skipanum við tí sera óvísindaliga salamiháttinum.

Bygnaðurin er skeivur og tí hava vit eina ov dðra umsiting. Starvsfólkið er óivað bæði dugnaligt og nærlagt, men bygnaðurin má dagførast, so skattgjaldarin fær sum mest burturúr. Tað kann ikki vera populert í umsitingini, at blokkurin varð niðurskorin við 366 milliónum. Hetta fer at merkjast, og við rættari raðfesting, so má man fyrbyrgja, at skúlabørn, sjúklingar og pensionistar fara at merkja tað. So er ikki nógv í at velja, enn at rationalisera umsiting av almennu tænastunum við at desentralisera og skera burtur óneyðugt dupultkontroll og deildir, ið eru góðar at hava, men ikki neyðugar. Ógvusligi blokkniðurskurðurin kemur at gera, at alt tað, sum er gott at hava má útsetast og minkast til frama fyri tær almennu tænasturnar, ið eru lívæðrin í vælferðarsamfelagnum. Hetta sæst tíverri ikki aftur í politikki samgongunar.

Sosialurin