ODDAGREIN: Reiðarar kunnu sova trygt

Tað er eitt áhugavert uppskot, sum and­støð­u­flokk­ar­nir hava lagt fram á ting nú í tøkum tíma - uppskotið um bann fyri at selja og keypa fisk­i­loyvi.

And­støðan skjýtur upp at seta inn í lógina um vinnuligan fisk­i­­skap, at veiðiloyvi bert eru tíð­ar­a­v­mark­að brúksloyvi og kunnu ikki av­hend­ast millum eigarar av fisk­i­førum ella til onnur. Um fiskifar skift­ir eigara, so fellir veiðiloyvið og øll fisk­i­rættindi beinanvegin aftur til land­ið.
Poul Michelsen, formaður í Fram­sókn segði við útvarpið, at tey í and­støð­uni ræðast tað, sum nú fer fram. Hann segði, at trýstið er mass­ivt, nógv­ar søl­ur fara fram, sum slett ikki hava nátúrligt grund­ar­lag. Hann sigur, at lógin um vinnuligan fisk­i­skap er útholað og vísir á, at hon er broytt meira enn 100 ferðir.
Tað er lætt at semjast um skeiv­leik­an í tí, at ávísir reiðarar skulu kunna gera sær dælt av, at teir hava fing­ið fisk­i­loyvi – at teir kunnu selja tann fisk, sum enn svimur í sjó­n­um, og so­leið­is ríka seg – í summ­um før­um við hundrað­tals mill­i­ón­um, sum ein illa smíð­að lóg um kap­i­tal­vinn­ings­skatt – ella eitt til­vit­að hol í lóg­ini – kann geva rei­ð­ar­um skatt­a­frítt nið­ur í lumman.
Hinvegin er tað eisini lætt at semj­ast um tað, sum Bjarni Djur­holm sigur um, at vinnan má vita, hvar hon flýtur. At trygd má vera fyri, at í­løgur kunnu forrentast, og at ikki kappað verður á stokk­i­num.
Í so máta hevur hann rætt í, at tað er eitt pop­ulistiskt uppskot at koma við so­leiðis í tøkum tíma. Men fyri tað er upp­skotið áhugavert. Og tað, sum ger tað serliga áhugavert er, at tað hevur ongan kjans at verða sam­tykt av tí einfaldu orsøk, at Fólka­flokkurin er ímóti tí. Og Fólka­flokk­urin hevur takið á Sam­bands­flokk­i­num, og tí verð­ur upp­skot­ið ikki sam­tykt. Og tá teir smáu flokk­ar­nir í sam­gong­uni bara virka sum at­kvøð­u­neyt, so er slag­ið hjá Fólka­flok­k­i­num vunn­ið upp á for­hond.
Tað er uttan iva meiriluti í løg­ting­inum fyri at ger hesa broyt­ing – til­lag­að so ella so – sum and­støð­an skjýt­ur upp. Utt­an iva kundi stórur partur av Sam­bands­flokk­i­num tik­ið und­ir við tí og har­við teir smáu eisini. Men tað er eitt søg­u­ligt fakt­um, at í eini sam­gongu, har Fólka­flokk­ur­in er part­ur, har ræð­ur Fólka­flokk­ur­in eina í fisk­i­vinnu­pol­i­tikki eins og skatta­p­o­litikki. At tað nú er Sam­bands­flokk­urin, sum ger sum Fólka­flok­urin vil, er rein tilvild. Javn­að­ar­flokk­ur­in og Tjóð­veldi gera júst á sama hátt, tá teir eru sam­an við Fólkaflokkinum.
Tí kunnu søluhugaðu reiðararnir sova trygt so leingi Fólkaflokkurin sit­ur í Tinganesi.