Ein skal tí vera varin við at tulka valúrslitið sum eitt misálit á eitt nú løgmann, men onkur tulka valúrslitið sum eina álitisváttan til samgonguna, sum fekk 64,4% av atkvøðunum. Tveir av samgonguflokkunum stóðu seg hampiliga væl og tann triði hevði eina lítla afturgongd, nakað sum er heilt vanligt hjá tí, ið situr við ábyrgdini. Hetta skal tó sigast við eitt sindur av fyrivarni, tí flokkur løgmans hevur nakað at læra av hesum valstríðnum. Tað eru helst mong, sum halda, at Javnaðarflokkurin eigur at fara til løgtingsval við eini greiðari valskrá og ikki vera so afturhaldandi við at fara út sum flokkur. Alt valskeiðið hevur jú borið dám av, at Javnaðarflokkurin við tað, at hann hevur leiðsluna av samgonguni, hevur verið framúr loyalur móti samgonguni og tí hevur formaður floksins verið meira løgmaður enn floksformaður.
Tjóðveldi hevði lítla afturgongd, og mest sannlíkt stavar henda afturgongd frá rýminginum Karsten. Kanska verður hetta tó sum frálíður ein styrki fyri Tjóðveldi, sum er sloppið frá teimum mest populistisku elementunum, sum alt síðan flokkurin varð til, hava skapað trupulleikar. Sjálvstýrisflokkurin gjørdi eitt gott hál, men hetta man meira stava frá taktisku uppstillingini enn frá politiska boðskapinum, sum mangan var ørkymlandi, eitt sindur sveimandi, og við ikki sørt av andsøgnum.
Áhugavert við valinum var, at tey sum hava verið nógv frammi, eitt nú fjølmiðlafólk, skemtarar o.o. høvdu gott val. Við hesum eru Føroyar komnar við í altjóða rákið, har satsað verður uppá kendisar og juppiar. Hetta er ein heilt náttúrlig avleiðing av tí dominerandi leikluti, sum fjølmiðlar hava í nútíðarsamfelagnum. Tann, sum ikki meistrar fjølmiðlarnar, hevur lítlan møguleika – tann, sum ikki sæst alla tíðina er politiskt slættis ikki til! Hetta hevur Tjóðveldi skilt betri enn nakar annar, men eisini Sjálvstýrisflokkurin er væl við her. Spennandi verður, hvussu hetta fyribrigdi fer at ávirka løgtingsvalið. Sambandsflokkurin kom væl frá valinum, men er hann styrktur innanhýsis av hesum? Tað er meira enn ivasamt - vit gerast neyvan klókari fyrr enn á løgtingsvalinum. Hinvegin kann úrslit Sambandsfloksins uttan iva styrkja samgonguna, tí flokkurin hevur verið tann mest ivasami og harvið verið veikasta liðið í samgonguni. Tey ivandi eru kanska sissað og ger løgmaður tí klókt í at smíða meðan jarnið er heitt, um hann ynskir, at samgongan skal halda fram eftir tann 19. januar 2008.
Sosialurin