Varaløgmaður kærir í blaðgrein sína neyð um, hvussu Tjóðveldisflokkurin og onnur hava verið fyri einari ?hetz? frá fjølmiðlunum. Eins og tað er komið inflatión í orðini um at fara í arbeiðsklæðini, tykist nú eisini at vera komið inflatión í orðið ?hetz?. Eitt orð sum formaðurin í Tjóðveldisflokkinum hevur brúkt javnan um fjølmiðlar, ið hava dittað sær at seta spurnartekin og krittiskar spurningar við tað, ið fyriferst handa leiktjøld serliga.
Tá eitt landstýrisfólk loypir setanarpolitikkin um og disponerar politiskt í almennari starvssetan, er tað skyldan hjá fjølmiðlunum at gera vart við hetta. Alt fór ikki rætt fram í landsantikvarmálinum, tá um starvsfólkapolitikkin umræður, og er tað belastandi fyri trúvirðið hjá varaløgmanni og ikki at forgloyma løgmálaráðharra, at hann tvíheldur um hetta. Meira groft er, at hann leggur eftir fjølmiðlunum fyri bert at gera sítt arbeiði. Er tað soleiðis, at man ikki tolir, tá ein sjálvur ikki setir dagsskránna í fjølmiðlunum? Ikki gongur veruleikin altíð eftir einum manuskripti. Tað kann ikki koma óvart á varaløgmann, at fjølmiðlar ómaka sær at kanna eftir, um alt nú er ?eftir bókini? við ?klokkuklárum mannagondum? o.s.fr.
Í málinum um ?manuskriptið? er annars at siga, at vit hava framvegis ikki sæð manuskriptið um, hvat Tjóðveldisflokkurin skuldi siga, um nú samgongan slitnaði mánakvøldið. Vit bíða framvegis spent eftir hesum. Finst eitt slíkt ikki, ja so er prógvað, at tað ongantíð kom uppá tal at slíta nakra samgongu seinasta mánadag. Sokallaðu krøvini eru í høvuðsheitinum bert ein uppremsan av tingum, ið longu standa í samgonguskjalinum.
Varaløgmaður hevur rætt í , at tað kann verða ringt at fáa ung fólk at fara uppí politikk í Føroyum. Tað er tó ikki rætt at draga málið um A. Bjarkhamar fram í hesum sambandi, tí almennar starvssetanir skulu fara fram á rættan hátt, óansæð um talan er um ungan ella gamlan. Trupulleikin við at fara uppí politikk í Føroyum er, at tað finnast tíverri rættiliga nógv fólk, ið ikki duga at skilja politisk sjónarmið frá fakligum avriki. Ein góður maskinmaður er og verður ein góður maskinmaður, óansæð, hvat hann meinar politiskt, og óansæð, um hann einaferð hevur sitið á tingi.
Vit hava dømi um fólk, ið hava sitið á tingi fyri 10 árum síðani, men sum framvegis verða dømd eftir politiskum liti av teimum meira primitivu elementunum í kjakinum. Hesi fólk, ið bert royna at passa sítt arbeiði, sum ein og hvør annar, fáa automatiskt eitt partapolitiskt spjaldur um hálsin, ið dømir persónin, uttan mun til hvussu gott avrik viðkomandi ger fakliga. Her eigur Tjóðveldisflokkurin at rudda fyri egnari hurð. Flokkurin er vertur á heimasíðu, har navngivnir persónar, harav onkur fyrr hevur sitið á tingi, verða spiltir út av primitivum elementum. Eisini kann td. Fyrrv. løgtingslimur ongantíð verða vissur í rættvísari viðferð á almenna arbeiðsmarknaðinum seinni í lívinum, um landsstýrisfólk ignorera almenna setanarpoltikkin. Aftur her má Tjóðveldisflokkurin rudda fyri egnum hurðum.
Tað nógv meira álvarsama í hesum máli er, at landsantikvarmálið kann styggja dugnalig fólk burtur frá tí almenna. Hvussu kunnu hesi fólk verða viss í, at tey verða rættvíst viðgjørd í starvssetanum, um einsamøll landsstýrisfólk disponera politiskt uttan mun til setanarpolitikk og ráðgeving annars?
Sosialurin