Seinasta skeiðið hava Tjóðveldi og Sambandsflokkurin átt umboðini. Meðan Sambandsflokkurin hevur eina drúgva søgu á Fólkatingi, so hevur Tjóðveldi – burtursæð frá seinastu 10 árunum, bara eina ferð havt umboðan har fyrr. Tað var skeiðini 1973-75 og 1975-77.
Nýggi javnaðarmaðurin, Sjúrður Skaale, segði í sjónvarpinum, at tað hevur stóran týdning at hava umboð á fólkatingi, sum hevur beinleiðis samband við Helle Thorning-Schimdt, sum eftir øllum at døma verður nýggjur forsætisráðharri – ikki minst, tá Danmark tekur yvir formansskapin í ES á nýggjárinum.
Spurningurin er sjálvandi, um hesir sessir í heila tikið hava nakran týdning. Sjálvstýrisflokkurin, ið sum kunnugt ongan kjans hevur at fáa umboðan á Fólkatingi, plagar at siga, at hesir sessir skulu niðurleggjast, og at vit skulu hava onkrar sendimenn í staðin. Hini, sum hava kjans at fáa umboð, tosa ikki um slíkt.
Tað er uttan iva praktiskt hjá einum løgmanni, at flokkur hansara er umboðaður í Fólkatinginum – og tað ger tað ikki verri, um hann eisini er partur av einum stjórnargrundarlag. Soleiðis hevur Kaj Leo Johannesen havt Edmund Joensen.
Høgni Hoydal hevur verið rættiliga eyðsýndur við sínum máta at vera fólkatingsmaður uppá. Tiltakið við Norðuratlantsbólkinum hevur uttan iva skapt honum – saman við grønlendingunum, eitt gott útgangspunkt og ein góða umsiting, sum Fókatingið rindar fyri.
Edmund Joensen hevur verið partur av Vinstra, men hevur eisini roynt profilerað sína skrivstovu á Christiansborg.
Báðir fólkatingsmenninir eru eisini valdir á løgting. Okkurt bendir á, at Javnaðarflokkurin – fyri at vinna undirtøku – fer at føra fram, at somu persónar ikki skulu veljast í bæði tingini. Í Danmark er tað til dømis vanlig mannagongd, at fólk, sum verða vald í ES-tingið leggja fólkatingsstarvið niður.
Fólkatingsvalið komandi verður eisini ein forsøgn upp á løgtingsvalið, sum verður um fáar vikur. Tí er talan um eitt søguliga spennandi fólkatingsval.