Oddagrein: Samgongan við at sprongja seg sjálva í luftina

Fíggjarmálaráðharrin hevur kastað handklæðið í løgtingið. Hevur latið ábyrgdina at gera eina líkinda fíggjarlóg frá sær til løgtingið, og tí má hann eisini rokna við, at løgtingið, í fyrsta umfari Fíggjarnevndin finnur 200 mill. kr. í sparingum. Hetta segði formaðurin í Fíggjarnevndini, Óli Breckmann við útvarpið í vikuni. Álvarsligir trupulleikar eru í samgonguni. Tað prógvaði viðgerðin av fíggjarlógini.

Var tað bara Óli Breckmann, sum tók til orðanna, kundi man kanska sagt, at tað er bara Óli , og at tað er ikki óvanligt, at hann er í andstøðu til sínar egnu. Soleiðis hevur tað verið so oftani. Munurin er tann, at nú er hann ikki bara vanligur tingmaður. Hann er formaður í Fólkaflokkinum, og hann er formaður í tí máttmiklu Fíggjarnevndini. Og so er tað ikki bara Óli heldur. Fleiri samgongutingmenn eru ikki fegnir um fíggjarlógaruppskotið, og enn er bara toppurin av ísfjallinum komin undan. Tí tá teir einstøku landsstýrismenninir skulu til at taka støðu til stórar skerjingar verður ballada. Hvør fer at ganga við til, at teirra málsøki verða skerd! Vit hoyra longu hvat ein av teimum sigur. Ikki pláss fyri sparingum í Oljumálaráðnum. Og soleiðis vil tað helst eisini ljóða frá øllum hinum. Tjóðveldisflokkurin vísir á, at mong av teirra málsøkjum hava fingið hægri játtanir, tí tað er í tráð við vallyftini hjá øllum flokkum. Men har hevur formaðurin í Fíggjarnevndini sett spurnartekin við, hví eitt nú Anliss, Páll og Bill fáa so stórar hækkkingar, tá Bjarni Djurholm roynir halda aftur. So her verður lagt upp til balladu.

Nýggir tónar eru at hoyra frá nýggju tingkvinnu Tjóðveldisfloksins, Kristinu Háfoss. Og teir ljóða neyvan eins gott í øllum tjóðveldisoyrum. Flokkurin hevur fingið nýggja talskvinnu í búskaparmálum, og tað er greitt, at nú hon hevur undir tingviðgerðini hevur víst á, at tað eigur ikki at vera trupult at finna 200 mill. kr. í sparingum, so fangar borðið. Tað er kanska nettupp tað Óli Breckmann dyrgir eftir. Tá verða tað fyrst og fremst hennara egnu floksfelagar í landsstýrinum, ið mugu til at spara. Hetta kann skapa stórar spenningar í samgongu og innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum. Tá Háfoss so fer í útvarpið og tosar um almennar uppsøgnir má hon sigast at vera næsadjørv. Tí hetta kann skapa rumbul í veljaraskara floksins, har mong arbeiða hjá tí almenna.

Onkur vil heldur tulka hesa útsøgn hennara sum eitt úttrykk fyri desperatión, so cool henda nýggja drotning Tjóðveldisfloksins enn kann virka. Hon hevur í veruleikanum fingið ein uriaspost: at skula byggja brýr millum Tinganes og Løgtingið. Hetta kann vera sum at skula loysa ein gordiskan knút. At finna sparingar uppá 200 mill. kr. hjá eitt nú sínum egnu landsstýrisfólkum verður ikki nøkur løtt uppgáva fyri ta annars so avkláraðu Háfoss. Hetta veit Breckmann, sum í løtuni er við at savna sær lóður at leggja í føvningin hjá Háfoss til at brúka móti Annlis og Páll. Lóður, sum í síðsta enda kann spreingja samgonguna í stumpar og stykkir.

Sosialurin