Oddagrein · Samgongusjónleikur

Orðið sjónleikur hevur verið eitt nógv nýtt orð av formanni Tjóðveldisfloksins. Ikki er ilt at síggja, hví hesin altíð illteinkir onnur fyri sjónleik og spæl fyri gallarínum ol.

Tað tykist sum um, at tað longu í síðstu viku var greitt, at Tjóðveldisflokkurin fór at svølgja alt, og at samgongan skuldi halta víðari. Hvat var so endamálið við vikuskiftisfundunum? Var endamálið bert at manipulera tað, ið skuldi koma í fjølmiðlarnar? Tað er lemjandi fyri trúvirðið hjá størsta samgonguflokkinum, tá hesin soleiðis letur almenningin halda, at tað langt frá er vist, at samgongan yvirlivir, um flokkurin longu frammandundan hevði avgjørt at bakka, ið hann so mangan hevur gjørt fyrr. Føroyskur politikkur hevur í so máta verið rættiliga óspiltur. Tilrættislagdar lesarabrævkampanjur, frammanundangjørd manuskript fyri fjølmiðlaspæl oa. hevur tíbetur verið fremmandur fuglur í Føroyum. Nú sær tíverri út til at vent er í holuni.

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum kom m.a. fram uppá at fortelja føroyingum um stórar danskar konspiratiónir, við duldum dagsskráum. Rættiliga ironiskt at júst hann tykist at vera dottin í grøvina, har sjónleikur verður spældur fyri fjølmiðlunum, meðan avgerðirnar langt síðani eru tiknar handan leiktjøldini. Nú sigur flokkurin, at hann fyrireikar seg til allar støður. Hesin hevði staðið seg betur, um hann fortaldi Føroya fólki, nær avgerðin, um at verða verandi í samgongu veruliga var tikin. Eisini kundi hann hóskandi víst okkum orðingar í arbeiðsskjalinum, ið tók hædd fyri, ikki framhaldandi samgongukreppu, men samgongusliti. Hetta er ivaleyst eisini í brævinum sent til allar tinglimir og floksstjórn ? ella hvussu?


Hattin av fyri SvF

Oftani verður sagt, at fjølmiðlarnir eru 4. statsmaktin men at teir røkja ikki altíð hesa uppgávu nóg væl. Ikki eru umstøðurnar hjá miðlunum tær bestu. Teir eiga tó eisini at taka í egnan barm og viðganga, at ofta er talan um mikrofonhaldarí, har politikarar og stýrandi hava ov lætt spæl. Nú kom so sjónvarpið við eini søgu, sum eftir tað verður tillátursgjørd av formanni Tjóðveldisfloksins. Men hattin av fyri sjónvarpinum. Tíðindi vístu sannleikan í tí, ið vit í oddagrein í gjár nevndu glantrileikin, ið helt fram. Skjalið SvF hevur fingið innlit í prógvar hetta.

Hvussu hetta enn verður snarað, hevur tað nakað við manipulatión at gera, ið er eitt tað vandamiklasta fyri fólkaræðið. Tað er ikki so langt síðani, at tað kom fram eisini av óvart, at fólk, ið stóðu leiðsluTjóðveldisfloksins nær, buðu sær til at skriva lesarabrøv við tí fyri eygað at finnast at løgmanni. Var tað ikki eisini ein formur fyri manipulatión. Í hesum føri hevur SvF víst mans mót, tá tað fekk fatur í skjalinum og valdi at vísa tað. Tað kundi jú eisini hent, at tað var farið aftur við borðinum.

Annars eigur at verða rópt varskó, nú samgonguflokkar vilja leggja bond á demokratiið og frælsið hjá tingmonnum at siga sína hugsan. Fyri at varðveita samgongu skal setast inn eitt eftirlitsfiltur millum Løgting og Landsstýri. Nú skal einki út, sum kann seta spurnartekin við samgongu. Tvs. bond skulu leggjast á tað mest heilagu skylduna hjá fólkavaldum, nevniliga hana at kunna siga sína meining og eisini kunna finnast at sínum egnu. Tað er eins stórur vandi fyri demokratiið sum manipulatión!

Sosialurin