Í fyrstu atløgu snúgva álopini seg um vinnupolitikkin, ið ósemja er um. Men kann talan eisini vera um ónøgd inannhýsis í Tjóðveldisflokkinum? Tórbjørn og Heine hava verið ónøgdir við, at flokkurin lat Fólkaflokkinum vinnumálini, nú hann fekk løgmann. Aftrat tí er eysturoyartingmaðurin ónøgdur við, at hansara valdømi onki landsstýrisumboð fekk. Tað kann vera orsøkin til, at hann hevur tikið seksløbaran fram og skjýtur til vinstru og høgru og eisini rakar løgmann - men harvið eisini óbeinleiðis sín egna formann! Skuldsetingin móti løgmanni er nevniliga so mikið álvarslig, at heldur ikki Tjóðveldisflokkurin kann liva við henni, skal hann halda fram at samstarva við løgmann. Tí er hon ein boomerangur, ein fulltreffari í egið mál. Løgmaður kann ikki hava Tobba sum part av meirilutanum eftir slíka skuldseting. Ger hann tað missir hann alt trúvirði og alla virðing millum manna. Hoydal má gera støðuna upp. Má velja síðu ? løgmann ella Tobba.
Ella kann talan vera um eina ráðagerð móti løgmanni, ið leiðslan í E hevur verið vitandi um? Tí tjóðveldismenn hava neyvan gloymt, at tað var løgmaður, ið steðgaði vælsmurdu og skjóttkoyrandi loysingarmaskinuni. Men samtíðis hevur flokkurin alt at takka sama løgmanni, aftur fyri ta vald flokkurin hevur fingið. Kann tað hugsast, at Tobbi/flokkurin ikki hevur gloymt, at løgmaður koyrdi grús í fullveldismaskinaríið og nú vil ?hevna? seg við at krevja, at vinnupolitikkurin verður eftir tjóðveldisresept? Gátan er tó, hví so grovar skuldsetingar verða settar móti tí løgmanni, ið jú hevur tryggjað E so stóra makt og hví júst nú!
Løgmaður kann ikki liva við skuldsetingunum. Tað er ikki nokk, um formaður E vísir teimum frá sær. Fyri at blíva reinsaður má løgmaður krevja av Tobba, at hann etur orðini í seg aftur. So er spurningurin, um samgongan stendur uppá spæl. Higartil hevur formaðurin í E klárað at bjargað flokkinum burtur úr mongum sjálvgjørdum ólukkum, kanska hann aftur hesaferð hevur ein trumf í ermuni, soleiðis at hann kann varðveita maktina: at koyra Tórbjørn í farloyvi og taka næstvalda inn. Tá er hann ?bara? fólkatingsmaður. Eftir stendur tó skuldsetingin móti løgmanni og spurningurin: var hetta ein einmansgerð ella visti flokkurin um hana og góðtók hann skuldsetingina? Løgmaður kann einsamallur gera av, hvørja avleiðing hetta skal fáa. Fer hann at vera passivur eygleiðari ella seta hart móti hørðum og harvið seta samgonguna uppá spæl? Fer hann at lata sær lynda, at Tobbi bara verður koyrdur út á eitt ?síðuspor? enn einaferð? Høgni Hoydal hevur fingið sítt størsta høvuðbrýggj nakrantíð. Ger løgmaður einki við málið, fer illgrunin, ið er sáddur, at hanga við honum restina av hansara lívi.
Sosialurin