Tað er ikki av ongum, at Aksel V. Johannesen hevur gjørt púra greitt, at undir hansara leiðslu fer Javnaðarflokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Tí landsstýrissamstarv millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin er ein rein katastrofa fyri Javnaðarflokkin. Tað vísa valtølini púra greitt. Eftir fimm samgongur við saman við Fólkaflokkinm hevur Javnaðarflokkurin mist yvir 20 prosent.
Fyrsta samgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin var skipað eftir valið í 1974. Atli Dam var løgmaður, og triði samstarvsflokkurin var Tjóðveldisflokkurin. Sum heild hildu fólk nógv um hesa samgongu, sum serliga var kend fyri allar yvirtøkurnar.
Men fyri Javnaðarflokkin merkti tað á løgtingsvalinum í 1978, at flokkurin mátti siga farvæl við nógvar veljarar. Flokkurin misti 3,5 prosentstig og fór frá at vera størsti flokkurin við 25,8 prosentum niður á 22,3 og mátti lata seg yvirhála av Sambandsflokkinum.
Samgongan helt fram – men klárði bert tvey ár. Hon slitnaði í 1980. Og aftur mátti Javnaðarflokkurin leggja rygg til eitt tap. Hesaferð misti flokkurin 0,7 prosentstig og fekk bara 21,7 stig. Flokkurin, sum síðani 1958 og 20 ár fram hevði verið størsti flokkur, mátt nú lata sær lynda, at lata Sambandsflokkurin fóru við tí heiðrinum.
Flokkurin vaks aftur. Og á valinum í 1990 fekk flokkurin 27,5 prosent – og fór aftur í samgongu við Fólkaflokkin. Aftur var Javnaðarflokkurin revsaður illa av veljaranum, sum sendi annaðhvørt tingfólk floksins til hús. Av teimum 10 í 1990 vórðu bara 5 vald á ting í 1994, og flokkurin misti 12,2 prosentsig. Hann fekk ein ordans bakkalóara.
Flokkurin kom tó uppaftur á 21,8 prosent í 2004 og fór aftur í samgongu við Fólkaflokkin. Og á valinum í 2008 kom revsingin: Flokkurin misti 2,5 prosentig og fór niður á 19,3 prosent. Í 2008 fór flokkurin aftur saman við Fólkaflokkinum, og aftur á valinum í 2011 kom revsingin frá veljarunum: Flokkurin misti 1,6 prosentstig og endaði á 17,7 prosentum.
»Brent barn ræðist eld«, sigur orðatakið. Tað er tí ikki løgið, at Aksel V. Johannesen skerpir hugsjónarligar grundstøðið við at útiloka samgongusamstarv við Fólkaflokkin. So er spurningurin, um tað er nóg mikið til, at tolni maðurin úr Klaksvík fær eitt tørn afturat í tinganesi.

Oddagrein: Samstarv við Fólkaflokkin = skræll

