Hinvegin kundu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum tikið av tilboðnum frá fyrrverandi fíggjarmálaráðharranum um tvær ferðir 1,2 prosent í lønarhækking – so var friður nú. Men feløgini hava helst ikki sæð møguleikan fyri, at vit fingu eina reaktionera stjórn, sum so skjótt kundi gera so stórar broytingar í skattaskipanini, sum eitt nú gevur landsstýrisfólkunum tað sum svarar til eina lønarhækking upp á eini 15 prosent eftir gomlu skipanini.
Spurningurin er so, hvat Pedagogfelagið fær burtur úr einum verkfalli nú. Landið sparir pengar til lønir, og arbeiðsgevararnir vinna stórt uppá, at fakfeløgini kortini ikki standa saman samhaldsføst.
Í so máta hevur fakfegssamstarvið fingið eitt skot fyri bógvin. Fyrst fóru sjúkrarøktarfrøðingarnir burtur úr, so fóru tey at tosa um at gera ein politiskan flokk, og at enda koma tey burtur úr samráðingunum hvør í sínum lag – uttan at stuðla hvør øðrum, nú verkfallið rakar hjá teimum lægst løntu limunum.
Tað verður áhugavert at síggja, hvønn týdning verkfallið fær, nú feløgini kortini ikki standa saman. Um fakfelagssamstarvið er farið søguna er ilt at meta um, men hóast fakfelagsleiðararnir siga, at tey standa saman, so er sundurlyndið rættiliga eyðsýnt. Og tað er bara gott fyri arbeiðsgevararnar, at kíli er settur í samstarvið.
Higartil er tað landsstýrið, sum hevur vunnið alt stríð við fakfeløgini. Ágangurin á samgonguna var øðiligur fyri jól, men hann hevði kortini als onga ávirkan – og Fólkaflokkurin vann sítt mál við skattalætta til tey ríku.
Her standa fakfeløgini so nú. Tey flestu teirra vilja ikki í stríðið, sum eitt verkfall hevur við sær – uttan pedagogfelagið, sum er fakfelagið hjá lægst løntu.
Føroyingar hava so mangan trupulleikar við at standa saman og stuðla hvør øðrum. Tí var hendan royndin við fakfelagssamstarvinum sera áhugaverd – um tað nú bar til at sameina føroysku fakfelagsrørsluna við einum konstruktivum endamáli. Men tað sær svart út – og fara pedagogarnir einsamallir í verkfall fyri at bøta um egin lønarviðurskifti, meðan hini arbeiða sum um einki var hent, so er stríðið givið upp fyri skutil – og so verða tað hugsjónirnar hjá Fólkaflokkinum sum fara at merkja lønarpolitikkin hjá landinum framyvir.