Oddagrein· Seta á Brugduna 13. juli

Leygardagin verður heldur óvanlig sjón at síggja á Nólsoyarfirði millum russisk fiskifør og fremmandar stuttleikarbátar. Ein sjón, sum ber boð um eina møguliga nýggja framtíð her á landi.

Tá kemur risastóri norski boripallurin Stena Don á fjørðin við umleið 100 boriarbeiðarum umborð. Uppgáva teirra er komandi tríggjar mánaðirnar og fyri fyrstu ferð nakrantíð at bora niður gjøgnum kilometra harða og tjúkka føroyska basaltið úti á landgrunninum. Ein óvanlig og spennandi avbjóðing.

Ætlanin var at seta hol á á ólavsøku, men nú hevur tað eydnast fyristøðufelagnum Statoil at fáa pallin til Føroya fyrr enn ætlað, og tað er má sigast at vera rættiliga óvanligt í eini tíð, har tað er nærum ómøguligt at fáa boripallar til at bora í slíkum djúpvatnsøki sum okkara. Dømi eru um fleiri boriætlanir um okkara leiðir, sum eru útsettar, tí tað hevur ikki verið gjørligt at fáa pallar. Hesaferð er tað beint øvugt og vónandi er hetta symptomatiskt fyri boringina eisini.

Tað er ætlanin at seta á undirgrundina á Brugduleiðini longu 13. juli. Borað verður so út í eitt í tríggjar mánaðir. Tilsamans 8 oljufeløg eru um boringina og teirra millum eisini Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum. Mett verður at tað er 25% møguleiki fyri at gera eitt fund. Tað spennandi við hesi boringini er so nettupp hetta, at tað verður borað á einum heilt nýggjum øki á føroyska landgrunninum og gjøgnum basalt. Hóast øll fyrivarni eiga at takast og vit eiga at vera varin við at taka nakað sum givið fyrr enn borað er, so er tað tó greitt, at stórur partur av altjóða oljuverðini fylgir sera væl við júst hesi boringini.

Verður hon eitt fund merkir tað, at Atlantsmótið fær enn størri fokus, og í síðsta enda kann hetta hava við sær, at Atlantsmótið, her økið millum Hetland og Føroyar fer at vera mett sum ein nýggj og týðandi oljuprovins ella sum onkur hevur málborið seg  tann nýggi Norðsjógvurin. 13. juli er í so má ein søguligur dagur.

Sosialurin