Og hvat er meira náttúrligt fyri eina fjarskotna tjóð sum okkara, at tónleikurin eigur eitt týðandi pláss hjá okkum øllum so ella so! Vit plaga at siga, at vit eiga heimsins vakrastu náttúru. Vit kundu eins væl sagt, at vit eiga heimsins mest tónleikaelskandi fólk. Takið mongu tónleikabólkarnar, kórini, dansifeløgini, hornorkestrini fyri bert at nevna nøkur. Takið fløguútgávurnar og mongu konsertirnar. Alla staðni er tónleikurin so sprelllivandi, so náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá so mongum av okkum, antin vit sjálvi spæla ella syngja ella bara lýða á.Tað er m.a. í hesum ljósi, at vit skulu síggja tað frálíka uppskot, ið nøkur av okkara frægu tónlistafólkum hava tikið stig til. Her er vissuliga gjørt eitt forarbeiði, sum okkara politikarar kunnu fegnast um.
Sjálvandi er musikkundirvísingin fyrsta stigið, tað er har vit skulu leggja nakað gott niður í børnini og ungdómin - komandi ættarliðið av tónleikarum og tónlistafólki. Sjálvt grundfestið, grundarlagið er so avgerandi fyri tónleikaframtíðina. Og her hevur ein musikkskúli so ómetaliga stóran týdning. Eitt er at hava góðar lærarar. Annað er at hava góðar umstøður. Uttan hesi bæði er eingin framtíð hjá okkara ungdómi hvat tónleiki viðvíkur. Vit skulu tó ikki gloyma tær eldsálir, sum hava roynt at stuðla tónleikaglaða ungdóminum, ein teirra, Karl Anton Klein, sáli arbeiddi í longri tíð at fáa ungdóminum hóskandi umstøður at venja og framføra tónleik. Hesi tingini eru partur av somu søk. Musikkskúlin er sjálvt tað primera grundarlagið undir øllum hinum, og tí má tað vera í lagi. Tað er tað ikki sum er. Tí skal tað vera okkara ráð til politikararnar, bæði lokalt og á landsplani: takið undir við hesum uppskotinum, ið skal koma øllum børnum og ungum í Føroyum til góða. Gott í tykkum at enn ein eldsál, Ólavur Hátún fekk virðisløn fyri sítt ærliga og slóðbrótandi arbeiði til frama fyri tónleikaundirvísingini.
Sosialurin