Sum vera man eru fólk forfard av, at sjálvur amerikanski forsetin kann uppføra seg so barnsliga, sum Donald Trump hevur gjørt hesaferð – og sum hann so javnan ger.
Men tað er ikki sørt ørkymlandi, at ein so tollut ætlan, sum at Amerika skal sleppa at keypa Grønland, skal fáa ta avleiðing, at amerikanski forsetin verður fornermaður við Danmark, donsku stjórnina og donsku drotningina, tí Danmark ikki vil selja Grønland!
Hugsið tykkum, um tað var eitthvørt annað land, hann var fornermaður við av so smáum: Norðurkorea, Kina, Russland ella okkurt annað eldfimt ríki. Trump hevur koturnar til amerikansku kjarnorkuvápnini. Hvat kann ein so ørur forseti ikki finna uppá í óðum verkum?
At forsetin ikki hevur ov nógv undir keppinum, hevur hann javnan víst. Men spurningurin er, hvønn tað sigur nakað um, at hann er valdur til forseta í heimsins størsta veldi. Eru tað veljararnir, sum eru tollutir? Ella eru tað kanska politikararnir, sum eru tollutir og sum veljararnir hava mist tolið við?
Hóast fólk í Vesturheiminum sum so eru á einum máli um, at forsetin í USA ikki telist millum teir gløggastu, sum verið hava, so hevur hann tó sínar stuðlar, tað síggja vit eisini í almenna kjakinum í Føroyum, og tað er ikki sørt ørkymlandi.
Sjálvandi skulu bæði vit og Danmark og Grønland hava góð viðurskifti við USA, og sjálvandi skuldi løgmaður við á ætlaða fundin við amerikanska forsetan. Tí Amerika er okkara sameindi, og tað hevur stóran týdning fyri okkum, bæði hvat trygd viðvíkur og handilsliga, at hava sera góð viðurskifti við USA.
Men tað er trupult at samskifta við stórveldið USA, tá landið velur ein so tollutan persón til forseta, sum Donald Trump, sum veruliga heldur, at hevur tú pengar so kanst tú alt.
Vit hildu tað vera skemt, tí eingin kann vera so býttur at meina í álvara, at tú kanst keypa eitt land soleiðis. Men so býtt er tjórneytið, sum amerikanska fólkið hevur valt sær til leiðara.

Oddagrein: Sjálvhátíðarliga tjórneytið Trump

