Oddagrein·Skal nú alt landið í baklás?

Vit hava nú havt eitt verkfall í 3 vikur, tí landstýrismaðurin í Fíggjarmálum ikki er uppgávu sína vaksin. Tað hevur verið frammi, at tað ikki er Karstensa skyld, at vit hava eitt verkfall, ið leggur stóran part av landinum lamið. Tað kann væl verða, men tað er í allarhægsta grad hansara trupulleiki.

Vit mugu minnast til, at Ellintur Abrahamsen hevur bert sínar limir at hugsa um, meðan Karsten Hansen hevur alt landið at hugsa um. Tað líkist rætt og slætt ongum, at Karstin sparir nakrar fáar túsund krónur á nøkrum fáum skipum, meðan samfelagið bløðir milliónir og donsk verjuskip hjálpa okkum. Karsten Hansen fer ivaleyst í søguna sum fíggjarmálaráðharrin við verkføllunum í konfrontatiónslandstýrinum.

Tað nyttar einki, at vit í miðstaðarøkinum ganga og klappa hvønn annan á herðarnar um, hvussu góður fíggjarmálaráðharri Karsten er, meðan vágamenn einki bensin hava til bilar, og vinnulivið í útjaðarnum missir ordrar fyri milliónir. Karsten sparir nakrar fáar túsund krónur ? vit missa milliónir. Skommin liggur á Føroya Landsstýri, ið symptomatiskt sær út til at halda, at ein útoyggjafulltrúi ger mun, tá útjaðarin verður lammaður av tí eina verkfallinum fyri og øðrum eftir.

Sama landsstýrið, sum bert hyggur at, meðan útjaðarin liggur lamin, ætlar sær nú at verða sitandi sum eitt handlingslammað landsstýri. Hvussu verður, tá avgerðir skulu takast? Hvussu verður tá stovnar mangla pengar? Fer man sum við skipara- og navigatørverkfallinum bert at hyggja at, meðan landið spakuliga fer í baglás? Fer man bert at hyggja at og geva mótpartinum skyldina, tá tann eina avgerðin fyri og onnur eftir verður útsett, tí taparnir ikki vilja viðurkenna, at teir hava tapt? Tað má sigast at verða toppurin av ábyrgdarloysi, tá ein løgmaður heldur so fast um løgmanssessin, at hann er villigur til, at Føroya land skal fara í baglás fyri hansara skyld.

Formaður Tjóðveldisfloksins, ið tosar um opnar samráðingar, kann fáa hesar við at seta misálit á løgmann og so fáa eitt formansumfar. Tað hevði ein ábyrgdarflokkur gjørt. Hinvegin, so hevði ein ábyrgdarflokkur eisini fingið ein enda á skipara- og navigatørverkfallinum fyri langari tíð síðan.

Samfelagið fer í baglás, tí at Løgmaður og samgongan uttan meiriluta ikki eru nóg politiskt búnir til at innsíggja, at teir taptu valið. Konfrontatiónslandsstýrið livir upp til sítt navn til tað allarsíðsta.

Sosialurin