ODDAGREIN: Skal vinna upp á samband

Fimtan dagar eftir exittið hjá Jó­ann­es Eidesgaard, hava javn­að­ar­fel­øg­ini kosið Aksel V. Jo­hann­e­sen til nýggj­an for­mann. Sum Aks­el V. Jo­hanne­sen fleiri ferð­ir hev­ur sagt, so er hann ikki roynd­ur í leik­um, hann er ung­ur fam­ilj­u­mað­ur, og hann hev­ur sum fíggj­ar­mál­a­ráð­harri eis­ini nógv onnur jørn í eldinum.

Men arv­ur­in eft­ir Jó­ann­es Eid­es­gaard er tung­ur at lyfta. Hó­ast stóri mað­ur­in av Tvør­oyri valla tykt­ist knógva byrð­una, so kann ein nýggj­ur maður gera tað – um hann saðl­­ar um í flokk­i­num­.

Og tað hava vit sæð fyrr.

Tjóð­veld­is­­flokk­urin gjørdi tað í 1998. Tá Tjóð­veld­is­flokk­urin um­síð­ir varð tikin í álv­ara sum kon­struk­tiv­ur sam­starvs­flokk­ur og kom í sam­gongu við Javn­að­ar­­flokk­in og Fólk­a­flokk­in í 1975, fán­aði loys­in­g­ar­brodd­ur­in hjá flokk­i­num burt­ur.

Eft­ir at flokk­ur­in fór at ar­beiða sum einhvør annar sos­i­al­dem­o­kr­at­isk­ur flokk­ur, so køvdist tjóð­skap­ar­neistin nakað, og í áttati- og ní­ti­ár­u­num var tað eingin, sum trúði upp á einar sjálvstøðuguar Før­oy­ar. Ikki ein gong fremstu tjóð­veld­is­fólk. Tað var bara nakað tey hildu røð­ur um og sungu um.
Ikki fyrr enn Høgni Hoydal – eft­ir at hava gjørt eina spennandi sjón­varps­røð um, hvussu ó­rein­ir dan­ir vóru móti før­oy­ing­u­num í bank­a­mál­i­num – upp­fann orð­ið »skip­að loys­ing«. Eft­ir stór­sig­ur­in hjá Tjóð­veld­is­flokk­i­num á vali­num í 1998, tá flokkurin vaks úr fýra upp í átta ting­fólk, varð orð­ið »loys­ing« skúgv­að heilt burt­ur, og orð­ið »full­veldi« kom í stað­in. Hetta fyr­i­brigd­ið fekk fast­a­tøk­ur bæði í Fólk­a­flokk­i­num og í Gamla Sjálv­stýr­i­num, so nú var lag­að manni.

Og at tað var real­pol­i­tikk­ur, og nak­a­ð, sum fólk í ­J­avn­að­ar­flokkinum og Sam­bands­flokk­i­num eisini máttu fyri­halda seg til, varð greitt, tá fólka­at­kvøð­an varð útskrivað. Tey hildu ond­ini – líka til An­finn Kalls­berg, Fólka­flokki­num líkt, punk­ter­aði møg­u­leik­an fyri ein­um sjálv­støð­ug­um Før­oy­um og av­blásti fólka­at­kvøð­una, sum skuldi verða 26. mai í 2000.

Aks­el V. Jo­hann­esen hev­ur pro­kla­mer­að, at Javn­að­ar­flokk­ur­in er ein »sam­ríkja­flokk­ur«. Bara vend­ing­in »sam­ríkja­flokk­ur« vís­ir, at hann ikki mein­ar tað akk­u­rát so­leið­is, og at flokk­i­num tørv­ar eitt nýtt hug­tak, eins og Tjóð­veld­is­flokk­ur­in í 1998.

Tað nyttar einki hjá Aks­eli at kop­i­era Sam­bands­flokk­in. Hann má finna upp á okkurt nýtt. Okk­urt, sum fær fólk at fylkjast um »sam­­ríkja­hug­sjón­ina« upp á ein fiks­ari máta, so kann hann vinna sigrar.