LANDSSTÝRISMAÐURIN í fíggjarmálum hevur fleiri ferðir sagt, at búskapurin er í so nógv upphitaður, og at tað er ikki ráðiligt at lækka skatt og avgjøld, tí tað merkir, at upp aftur meiri peningur fer í umferð. Avleiðingin av hesum er, at innflutningur fer at økjast. Spurningurin eftir arbeiðsmegi fer at vaksa, og tað elvir til lønarglíðing. Skrúvan fer at mala og búskapurin kann gerast ovur upphitaður. Hvat tað merkir, vita allir føroyingar, sum enn kenna sviðan.
HETTA vóru ringastu avleiðingarnar, sum Karsten Hansen sjálvandi má ávara ímóti. Hinvegin vita vit, at yvirskotið hjá landskassanum er óvanliga stórt, og verður kanska aftur í ár ein hálv milliard krónur. V.ø.o. hevur landskassin ráð til at taka nakað minni inn í skattum og avgjøldum. Fyri hesum talar, at stórur partur av føroysku løntakarunum hevur so lítið at brúka, umframt tær dagligu útreiðslurnar, at tað eru framvegis ikki ráð til viðlíkahald ella til nýíløgur. Harafturat verður støðan verri, um oljuprísurin og rentan halda fram at tvíspora uppeftir.
TALAN er tí um eitt tvíeggjað svørð, men spurningurin er, um Fólkaflokkurin hugsar um tað, tá hann leggur hetta uppskotið fram. Flokkurin hevur talað um skattalætta í 25 ár, men vit hava sjáldan ella ongantíð upplivað nakra skattalækking, tá Fólkaflokkurin hevur sitið í landsins stýri. Hetta hevur Fólkaflokkurin eisini fingið skotið í skógvarnar, og tí er spurningurin, um uppskotið ikki bara er eitt taktiskt spæl, nú uppskot til fíggjarlóg skal leggjast fram, og nýtt samráðingarumfar stendur fyri durum.
KARSTEN Hansen hevur longu sagt, at hetta uppskotið verður ikki tikið við, nú Fíggjarmálastýrið fer at leggja síðstu hond á fíggjarlógaruppskotið. Tað merkir kanska tað, at Fólkaflokkurin sjálvur fer at leggja uppskotið fram, og so er spurningurin, hvat Tjóðveldisflokkurin ger. Tað verður ringt at ganga ímóti landsstýrismanninum, og tað verður helst ikki lætt hjá einum verkamannaflokki ? fyrraverandi? ? at atkvøða ímóti einum uppskoti um at lækka skattin. Í øllum førum verður Fólkaflokkurin vinnarin. Men tað gleðiliga er, at andstøðuflokkarnir taka undir við uppskotinum, og at ein andstøðuflokkur aftur mælir til at taka av oljugjaldið, tí skuldi meiriluti verið fyri einum kærkomnum skatt- og avgjaldslætta.