ODDAGREIN: Skattatrýst undir trýst

Marginalskatturin í Føroyum er ov høg­ur, og tað forð­ar fyri bú­skap­ar­vøkst­ri og hev­ur við sær, at dugna­lig starvs­fólk og onn­ur ikki vilja bú­seta seg í Før­oyum.

Tað sigur Føroya Arbeiðs­gev­ar­a­fel­ag, sum mæl­ir til, at skatta­skip­an­in ver­ð­ur end­ur­skoð­að. Marg­i­nal­skatt­ur­in er so høg­ur, at ar­beiðs­gev­ar­ar hava trup­ult við at fáa fólk til ar­beiðis.

Bera vit saman okkara marg­i­nal­skatt­a­trýst við trýst­ið í øðr­um lond­um, so liggja vit – sam­bært FAG – klárt á odda við at hava eitt marg­in­al­skatt­a­trýst sum í summ­um komm­­un­um kem­ur upp í 62,5 pro­sent.

Tað sig­ur seg sjálvt, at tá tíma fólk ikki at ar­beiða, um landið skal hava tví­falt so nógv, sum tú fært sjálvu­r. Tí kunnu vit bara taka undir við Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag, tá mælt verð­ur til at broyta skatta­skip­an­ina, so vit fáa eina skip­an, sum eggj­ar fólki at arbeiða held­ur enn at taka hugin frá fólki at ar­beiða. FAG vísir til OECD, sum sig­ur, at høg­ur marg­i­nal­skatt­ur á inn­tøk­u­skatt er ein forð­ing fyri bú­skap­ar­vøkst­ri.

Treyð­ugt so hevur hetta negativa á­virk­an á bú­skap­ar­vøkst­ur­in við økt­um svørt­um ar­beiði og økt­um løn­ar­trýsti, sum hótt­ir kapp­ing­ar­før­i hjá vinnu­lívi­num. Men hvat er so til ráða at taka? Peng­ar skulu vit hava, og vit skulu sam­bært flestu poli­tik­ar­um hava so nógv fleiri peng­ar, enn vit hava. Tos­að ver­ður neg­a­tivt um »stuð­uls­bú­skap­in«, sum held­ur før­oyska hús­ar­hald­i­num uppi við rík­is­veit­ing­ini, ið sam­b­ært tjóð­veld­is­fólki ong­an týdn­ing hev­ur, men sambært øðr­um hev­ur stór­an týdn­ing. Í rá­um tøl­um er ein mill­i­ard ­um ár­ið ógvu­liga nógv­ir peng­ar – um tað so er mill­um vin­ir ella mill­um fígg­ind­ar.

Men aðrar loysnir mugu til. Nú verð­­ur nógv tosað um til­feing­i­s­­gjald, sum skal kunna geva lands­kass­a­num hundra­tals mill­i­ónir krón­ur. Vit hava eisini eina kap­i­tal­vinn­ings­skatt­a­lóg, sum tyk­ist vera gjørd til frama fyri ávís fólk, sum hava kunnað drenað hundra­tals mill­i­ónir krón­ur úr vinn­u­lívi­num skatta­frítt. Dømi eru um, at á­vís­ir menn hava li­kvi­der­að síni smá­part­a­fel­øg fyri til dømis 10 mill­i­óir krón­ur utt­an at gjalda skatt. Kapi­tal­i­sera vit hes­ar sløku fýra mill­ión­ir­nar, sum áttu at fall­ið til skatt­ing­ar í ein­um, so svar­ar tað helst til skatt­in hjá ei­n­um lær­ara ella sjúkra­syst­ir fyri eitt heilt lív.

Men lóg­ar­smið­ir okkara vilja ikki gera lóg­ir, sum typpa slík hol. Og teir sum ráð­geva – teir halda held­ur ikki, at slík hol skulu typpast.

Úrslitið er líka vítt sum sítt: Mein­igi løn­tak­ar­in er á­lit­ið – og høgi marg­inal­skatt­ur­in er tað, sum rest­ar í. Okk­ara boð er, at marg­in­al­skatt­ur­in sjálv­andi skal nið­ur. Fáa vit øll at rinda eft­ir skatta­lóg­ar­inn­ar anda, sum man ikki standa so illa til kort­ini.