Sum skilst hevur tað eydnast landsstýrismanninum at fáa grønt ljós fyri eini slíkari yvirtøku umframt flóttafólkaøkið. Sambart útvarpinum í gjár skal setast ein sokallað skjót mannagongd í verk, tá tað snýr seg um at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi til Føroya. Síðani skal arbeiðsbólkur setast at fyrireika lóggávu, tá tað snýr seg um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og spurningin við at umsita, hvørji flóttafólk skulu koma til landið og ikki. Málið skal yvirtakast seinast í hesum árinum.
Hóast tað í tí stóra høpinum er eitt lítið mál, so má tað sigast at verða skilagott, at Landsstýrið er sinnað at yvirtaka eitt nú umsitingina av arbeiðsloyvum fyri útlendingar, ið koma til Føroya.
Man hevur lært av teimum samskiftistrupulleikum, ið hava verið og ikki minst tann tíð, tað hevur tikið, at umsitið slík mál. Alt hevur verið viðgjørt tvær ferðir áðrenn við tað, at Landsstýrið hevur viðgjørt umsóknina fyri síðani at skula sent hana niður til Danmarkar.
Yvirtøkan av einum slíkum máli átti ikki at skapt økta umsiting, tí Landsstýrið avgreiðir eftir øllum at døma øll mál sum er, og neyvan er nakar flokkur, ið ikki heldur vil hava slík arbeiðsloyvi avgreidd í Føroyum. Føroya Landsstýri hevur til eina og hvørja tíð betri føling við tørvinum hjá borgarum og vinnulívi í Føroyum, enn eitt avgreiðslukontór niðri í Danmark.
Vit hava so eisini sæð, hvussu tung og óliðilig skipanin kann vera við arbeiðsloyvum. Her hugsa vit m.a. um oljuleitingina á landgrunninum í fjør. Tá skuldu eftir røttum allar umsóknirnar til Danmarkar at viðgerðast, áðrenn loyvi kundi gevast. Og skuldi tann reglan haldast, so hevði als ikki verið nøkur boring í fjør. Tí fleiri mánaðir ganga at fáa svar úr Danmark. Tí varð einasta leiðin tá at geva undantaksloyvi el. Nettupp hetta er eitt gott dømi um, hvussu skilagott tað er, at viðgerðin av umsóknum um arbeiðsloyvi fer fram heima í Føroyum og onga aðrastaðni.
Hettar átti at verið eitt mál, ið kundi verið yvirtikið í tí stilla, uttan stórvegis hóvasták og staðfestingar. Umsitingin hevur sum skilst víst í verki, at hon er væl før fyri at avgreiða slík mál sum er. Men her er so eitt mál, sum landsstýrið hevur megnað at fáa avgreitt, og er tað neyvan í andsøgn við tann yvirtøkupolitikk, sum eisini partar av andstøðuni standa fyri.
Sosialurin