Evnið heilsa, sjúka og tað, sum hevur tilknýti til hetta stóra málið, er ikki altíð so lætt at umrøða. Oftani verða slíkir ?heilsuserfrøðingar? mettir sjálvklókir og dømandi, og tí eru tað eisini tey, sum skrúva fyri. Tey orka ikki at hoyra allar hesar formaningarnar og moralprædikkurnar, at tey rætt og slætt kobla av. Tað er sum við alkoholikkaranum og stórroykjaranum, ið ikki tíma at hoyra um sína lagnu og sínar skeivu og vandafullu vanar. Tí er tí av stórum týdningi, at tey, sum arbeiða við heilsuspurningum samskifta ódømandi og siðiliga- diplomatiskt. Tí tað mest umráðandi er jú at fáa heilsuboðskapin út ? at fáa fólk at lurta. Eitt er at fáa fólki at broyta ringar vanar, annað er at fyribyrgja, at fólk taka til sín ringar vanar. Uppgávan er at fáa fólk at taka boðskapin til sín ? ein boðskapur, sum jú snýr seg um at fáa fólk at verða góð við seg sjálvan og síni.
Landslæknin hevði nøkur skilagóð og vælmeint orð at bera føroyingum. Bert við at leggja sær sjálvum nakrar góðar vanar ella leggja nakrar óvanar av, so ber til at liva væl og leingi. Við at røra seg og og eta og drekka sunt, kann ein fyribyrgja nógvum álvarsligum sjúkum. Bara tað at ganga ein hálvan tíma um dagin ? so einfalt kann tað gerast - kann vera heilsu- og sálarbót fyri hvønn av okkum. Tað einasta hetta krevur av okkum er, at vit sjálvi taka okkum í nakkan og seta nakrar góðar og sunnar vanar út í kortið.
Landslæknin kom eisini inn á spurningin um at brúka príspolitikk til at ávirka heilsustøðuna hjá fólki td. at leggja hægri prísir á ósunnar og ?heilsuskaðiligar? vørur. Hetta er eisini ein sera áhugaverdur spurningur, sum átti at verið tikin upp í tí uppfylgjandi orðaskiftinum. Reyði tráðurin í samrøðuni var, hvussu vit fáa tað fyribyrgjandi arbeiðið at virka betur. Fyribyrging er lykaorðið. So er bara spurningurin, hvussu hetta verður fylgt upp.Tað er stóri trupulleikin í øllum lívsins viðurskiftum. Og her hava fjølmiðlarnir so sanniliga eina ábyrgd. Vit vilja tí mæla fólki, sum arbeiða við heilsuspurningum og her ikki minst fyribyrgjandi arbeiði um at brúka fjølmiðlarnar. Okkara miðil vil í hvussu er eftir førimuni royna at liva upp til hesa avbjóðing.
Sosialurin