Vit kunnu ikki annað enn taka undir við fólkatingsmanninum í hesum máli. Vit ávaraðu frá fyrsta degi løgtingið ímóti at stuðla danska luttøku í krígnum í Irak. Vit hava her fleiri ferðir gjørt vart við, at tað er meira enn løgið, at Danmark fer upp í eitt kríggj í Miðeystri. Hetta hevur einki at gera við stuðul til Saddam Hussein. Vit hava ferð eftir ferð ávarað móti hesum ræðuliga einaræðisharra, men vit hava samstundis víst á, at innrás í Irak var ikki loysnin at sleppa av við hann. Danmark hevur als ongar siðvenjur fyri at føra kríggj, og tað virkar heilt margháttligt, at hetta lítla, dámliga og friðarliga landið er farið at senda herfólk til annað land í einum heilt ørðum heimsparti.
Hetta, at Danmark er farið í hernað, uttan at Danmark ella nakar annar partur av ríkisfelagskapinum eru álopin ella hótt er eitt so álvarsamt brot á tann uttanríkis- og verjupolitikk, sum Danmark hevur rikið í meira enn hundrað ár, at tað sjálvsagt er rætt at mótmæla. Føroya løgting átti sjálvsagt eisini at nýtt høvið, nú Fólkatingið skuldi gera av, um danska stjórnin skuldi fáa loyvi at halda fram við at hava danskar hermenn í Irak. Kríggið í Irak hevur við sær stórar líðingar fyri tjóðirnar, ið har búgva. Sum í øllum kríggjum eru kvinnur, børn og gomul offrini. Hartil eru stórir partar av mannaættarinnar felags mentanararvi týndir av krigsatgerðum. Ein onnur fylgjga er, at Irak nú er vorðið eitt reiður hjá altjóða yvirgangskroppum- og felagsskapum. Kríggið í Irak er við at gerast ein sorgarleikur eisini fyri USA og Bretland og hartil verður tað ein politisk vanlukka fyri Bush og Blair. Her gevst eingin hernaðarlig loysn. Tað er bert ein politisk loysn, sum kann fáa enda á tí ræðuligu støðuni í Irak. Hesa loysn má altjóða samfelagið við ST á odda finna. Tað hevði sømt seg betri fyri eitt land sum Danmark at virka á altjóða pallinum fyri eini politiskari loysn í Irak enn at sent ungar danir út til ræðuleikarnar í Irak. Mótmæli fólkatingsmansins var tí skilatala, sum øll demokratisk hugsandi og friðarhugað fólk sjálvsagt eiga at taka undir við.
Sosialurin