ODDAGREIN: Sleppið 16 ára gomlum á val

Tað var eitt áhugavert kjak í Degi og Viku í gjárkvøldið, har Oddfríður M. Ras­mussen, lærari og rithøvundur, og Høgni Hoydal, løgtingsmaður, kjak­að­ust um valrættaraldurin skal lækk­ast úr 18 niður í 16 ár. Báðir samdir um, at so skal verða.

Politisku ungmannafeløgini vórðu eis­ini spurd. Hóast Fólka­flokk­­ur, Javn­að­a­rflokkur og Tjóð­veldi tóku í­­­móti upp­skot­i­num við opn­­­um ørm­­um, so var um­boð­ið fyri Sam­­bands­­flokk­in aft­ur­hald­andi. Ungi sam­bands­mað­ur­in man halda tað vera íborið at vera kon­serv­a­­tiv­­ur og stríð­­ast í­­móti fram­stig­um – hó­ast marg­hátt­ligt fyri eitt pol­itiskt ung­manna­fel­ag, sum vil hava ávirkan.

Studentaskúlanæmingar eru held­­ur ikki tað, sum teir plagdu at vera. Sjón­varp­ið spurdi nakrar næm­ing­ar í Hoy­døl­um um teirra hugs­an, og tey vóru als ikki sann­før­andi. Hildu ikki, at sekstan ára gom­ul eru nóg búgvin at taka slíkar »týð­andi avgerðir«, vildu fleiri teirra vera við.

Vit kunnu sjálvandi altíð tosa um mørk. Skalt tú til dømis eisini sleppa at koyra bil, tá tú ert 16? Men tað er ov einfalt at koma til ta nið­ur­støð­una, at sleppur tú at velja fólk á ting, so mást tú eisini sleppa at koyra bil og keypa brennivín. So­leið­is nýtist sjálvandi ikki at vera.

Sum sekstan ára gamal hevur tú nøk­ur rættindi. Tú rindar skatt, um tú hev­ur inn­tøku, tú kanst revsast og so fram­vegis. Hví skalt tú ikki eisini sleppa at vera við til at gera av, hvør skal stjórna landinum? Tað verða sjálvandi ikki tey 16 og 17 ára gomlu, sum einsamøll fara at manna løgtingið. Men tey verða við til tað, og hví skulu tey ikki tað?

Tað er ein støðug gongd at broyta val­rætta­r­aldurin. Frá at ognarleys sluppu at velja, og at kvinnur fyri minni enn 100 árum síðani sluppu at velja, er valrættaraldurin støðugt lækk­aðu­r frá 35 árum og niðureftir. Sein­ast frá 20 til 18 í 1984 – við virkn­aði fyri løg­tings­valið í 1988.

Tað eru 28 ár síðani, at løgtingið lækk­aði valrættaraldurin úr 20 til 18 ár. Nógv er broytt í heiminum síð­ani tá, og somuleiðis tey ungu, sum búgva í hesum heimi. Tey ungu standa fyri nógvum valum av yms­um slag, tey møta nógvum trup­ul­leik­um, sum fyrr bara vóru fyri eldri ung­dómar. Hetta er ein veruleiki, sum tey skulu fyrihalda seg til aktivt, væl­upp­lýst og kritiskt til.

Tey kunnu fáa børn, tey oman fyri und­ir kriminella lágaldurin og skulu gjalda skatt. Men tey sleppa ikki á val, vera við til at gera av, hvør skal vera løgmaður og ávirka tær av­gerð­ir, sum hava beinleiðis av­leið­ing­ar fyri teirra lív hvønn dag. Hetta er veruleikin hjá teimum 16-17 ára gomlu.