Oddagrein· Smáligur almannapolitikkur

Tað er vælskiljandi, tá andstøðan á tingi tekur harðliga til orðana í sambandi við fyrstu krepputiltøkini hjá ABC samgonguni. Hesi tiltøk eru sum so ofta í krepputíðum vend móti teimum veikastu í samfelagnum. Nú skal táttast í og farið verður eftir pensionistunum fyri at skerja almennu útreiðslurnar við umleið 20 milliónum. Talan er um at broyta nakrar almannalógir, løgtingslóg um umsorganararbeiði, løgtingslóg um almannapensjónir og løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Her er við øðrum orðum talan um tríggjar tær mest týðandi almannalógirnar.

Tað hevur við verið ført fram, at her er bert talan um smærri upphæddir hjá tí einstaka pensionistinum, sum illa nokk fara at merkjast í gerandisdegnum. Tey, sum tala soleiðis, vita lítið um gerandisdagin hjá einum føroyskum pensionisti. Í áratíggjur hevur nú verið talað og skrivað um eina nútimansgerð av pensiónskipanini, men at kalla einki er hent. Vit hava fingið eina súmbolska hækking av samhaldsfasta, sum als ikki uppvegar tær príshækkingar, sum hava verið seinastu árini. Hetta mál snýr seg kanska ikki so nógv um sjálvar upphæddirnar men heldur um tann grundleggjandi hugburð, sum er aftan fyri slík uppskot sum hesi.

 

Tað tykist, sum kreppan er komin púrasta óvart á ABC samgonguna, hóast vit her í blaðnum eins og útlendsku sjónvarpsræsurnar í meira enn eitt ár hava borið tíðindi um tey alt meira týðuligu krepputekini, sum hava verið at hóma. Tá so samgongan raknar við, so tykist, sum hon reagerar í panikki uttan umhugsan. Tað tykist, sum tað í føroyskum politikki bert finst eitt svar til eina trupla fíggjar- og búskaparstøðu og tað er at tátta í. Hetta verður gjørt hvørja ferð tað dregur á luftina, hóast torført er at síggja, hvussu slík tiltøk skulu hjálpa annað enn at vísa, at ein so sanniliga er til reiðar at spara, so tað merkist.

 

Ætlaðu sparingarnar hava verið fyri hvøssum atfinningum frá Landsfelagnum og frá eitt nú Samtaki, ið tykist vera einasti stovnur, sum hugsar um okkara pensionistar, men tey tykjast tala fyri deyvum oyrum. Andstøðan og serstakliga formaðurin í størsta andstøðuflokkinum, Høgni Hoydal fanst í Rás 2 eisini hvassliga at framferðarháttinum í hesum máli. Uppskotini hava ikki verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum og myndugleikum, og uppskotini verða skrumblað ígjøgnum Løgtingið við at vikið verður frá vanligum galdandi tíðarfreistum. Tíðarfreistirnir eru fyri at tryggja, at eitt mál fær gjølla viðgerð og at alt verður eftirkannað. Tað er margháttligt, at tað skal vera so umráðandi fyri ABC samgonguna at taka 20 milliónir frá føroyskum pensionistum, at neyðugt er at víkja frá tíðarfreistunum. Hetta er ómoralskt, og ABC eigur at taka uppskotini aftur og savna orkuna um ein miðvísan og vinnurættaðan kreppupolitikk heldur enn at koma við illa umhugsaðum lappaloysnum.

 

Sosialurin