Oddagrein· Ósolidarisku Føroyar

Nú kemur trupulleikin av leistinum, har undirsjóvartunlarnir partvíst verða fíggjaðir við brúkaragjaldi. Leisturin varð uppfunnin av Fólkaflokkinum, og allir hinir flokkarnir lupu glaðbeintir eftir hesum leisti. Eisini flokkar sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum annars skulu eitast at tryggja samhaldsfesti í hesum samfelagnum.

Vit mæltu á hesum stað frá at gera almennu tunnilspartafeløgini og lata landið fíggja og gjalda undirsjóvartunlarnar, eins og landið hevur goldið tann, í dagsins pengum, nógv dýrari Oyggjarvegin, brúnna um Streymin og allar aðrar landsvegastubbar í Føroyum, men tiltakið við brúkargjaldi tyktist vera sera populert milllum veljarar, hóast tað var eitt óumhugsið og inkonsekvent tiltak.

 

Leisturin við brúkaragjaldi er altíð lættur at argumentera fyri, tí hann appelerar til tað meiri smáttskorna í føroyinginum, har tankagongdin tykist verða, “hví skal eg gjalda fyri onnur”.

 

Brúkaragjald er ein møguleiki, har ferðslan er so mikið stór, at hon ber íløguna, ella part av henni. Trupulleikin er bara, at undirstøðukervið í Føroyum fyri ein stóran part ikki ber seg í rakstrarligari merking, hóast tað samfelagsliga er nógv vert og tørvar framhaldandi útbygging.

 

Tá vit nú tosa um Sandoyartunnil, sum sjálvsagt eisini eigur at umfata ferðslu til Suðuroyar uppá sikt, so er greitt, at hesin tunnil neyvan kann fíggjast við brúkaragjaldi. Her kemur so formaður Tjóðveldisfloksins við einum uppskoti, har allir tunlarnir skulu koyrast í eina pulju, sum so skal gjalda allar tríggjar. Hetta hevur skapt ramaskríggj í Vágum og Norðoyggjum, tí hesi øki vilja bert gjalda “teirra” tunnil. Hetta er ikki óvæntað, tí henda “okkara tykkara” hugburð hava politikarnir sjálvir feilin av, tá teir í áravís hava lagt tað út sum undirsjóvartunlarnir hjá vágafólki og norðoyingum, hóast teir eru líka nógv tunlar Føroya fólks eins og ein og hvør annar landsvegstubbi kring landið.

 

Uppskotið hjá Høgna Hoydal er eitt stig rætta vegin í tí merking, at tað appelerar til tað samhaldsfasta í føroyingum, men trupulleikin er bara, at loysnin er ikki at gera ein eitt lítið sindur størri pott at gjalda alt av, sum formaður Tjóðveldisfloksins skjýtur upp. Alt eigur at verða goldið úr stóra potti – landskassanum. Alternativið er at lækka vegskatt og skatt annars og gjøgnumføra brúkaragjald á vegunum á ein konskekventan máta við einari konsekventari argumentatión, sum ikki finst í dag.

 

Brúkaragjald á vegum og 50% skattur, umframt ymisk avgjøld, hoyra ikki heima í sama samfelag, og diskussiónin við Sandoyartunlinum tænir í hvussu so er endamálinum, at fáa hetta fram. Vónandi síggja politikarnir nú sítt mistak.

 

Sosialurin