Fyri okkara flogfelag, Atlantic Airways, sum allir føroyingar eiga og eru stoltir av, er vanlukkan ein dyggur smeitur. Hjá einum flogfelag er trygdin alt, og einhvør vanlukka elvir til spurningar og iva hjá brúkarunum og starvsfólki. Enn vita vit als einki um orsøkina til sorgarleikin. Men øll vóna inniliga, at tað fer at eydnast hjá skaðanevndini við vissu at staðfesta orsøkina til vanlukkuna. Hetta hevur stóran týdning fyri álitið hjá brúkarunum og hjá starvsfólkinum til flogførini, og hetta hevur stóran týdning hjá teimum, sum eru meint rakt og skulu royna at koma til sættis við ta vanlagnu, sum hevur rakt tey. Øll skulu vit víðari við okkara lívi so ella so, tí vóna øll inniliga, at orsøkin til vanlukkuna kann verða staðfest við vissu.
Atlantic Airways hevur ment seg sera nógv, síðan felagið varð stovnað sum eitt alment partafelag. Felagið hevur prógvað, at vit føroyingar megna bert vit vilja. Føroyingar hava yvirhøvur verið sera góðir við felagið og hava givið felagnum sín dygga stuðul. Tá vanlukkan so rakar felagið, so kennist tað, sum vit øll verða rakt. Tað tykist, sum allir partar hava taklað vanlukkuna sera professionelt. Bjargingarmanning, løgregla og avvarandi myndugleikar í Noregi og starvsfólkið hjá Atlantic á vanlukkustaði og heima her í Føroyum. Øll hava gjørt sítt ítasta. Hetta er ein sera trupul støða og sum er alt annað enn løtt at takla. Tað tykist, tó sum allir partar hava livað upp til tað, sum væntast í eini slíkari sera truplari og sera álvarsamari støðu. Dagurin í gjár gjørdist ein sannur skaðadagur, tí seinnapartin hendi enn ein sorgarleikur við tað, at ein smádrongur druknaði á Langasandi. Vanlukkurnar hava ávirkað okkum øll og tær fara at ávirka okkum øll í langa tíð framyvir.
Sosialurin