Oddagrein: Sorgarleikurin í Irak

Allur heimurin er um sjónvarpsskíggja vitni til sorgarleikin í Irak. Har ósek sivil og herfólk lata lív. Heimurin er býttur í tvey, tey, sum eru fyri hesum kríggi og tey, sum eru ímóti.

Tey flestu eru tó samd um, at Saddam Hussein er eitt bølmenni álíkt Hitler og Stalin. Men var neyðugt at fara í kríggj, eitt kríggj, sum ongan enda tykist fáa og neyvan ein enda, har nakar verður sigursharri. Royndirnar at avvápna Irak vóru komnar væl áleiðis. Ein samdur heimur tók undir við arbeiðinum hjá ST, ið átti at hildið fram. Tað var ikki at ganga í fótafetum Chamberlains, sum mong halda.

Tað ávarað er um er júst við at henda. Eingin amerikanskur forseti, verjumálaráðharri ella herførari megnar frammanundan at siga, hvørjar avleiðingarnar vera av einum kríggi, serstakliga ikki har mótparturin hevur bøðlar sum Stalin sum fyrimynd. Hetta vistu teir áðrenn. Kortini tosaði amerikanski verjumálaráðharrin við stórum og sterkum orðum og segði, at eitt bumbuálop fór at verða framt, sum ikki hevði sín javnlíka í søguni. Og rætt var. Men til hvørja nyttu kunnu vit spyrja aftaná. Tað hevur ikki skelkað Saddam og hansara fólk, skilst. Hesi eru tvørturímóti farin at gera ?helviti? heitt fyri innrásherliðini. Og hetta er bert byrjanin. Trongdur upp í ein krók kann Saddam jú finna uppá alt. Hann er samvitskuleysur. Tað vistu og vita vit. Hann fýrir ikki fyri at taka lívið av túsundtals av sínum egnu, um skuldin kann leggjast á amerikanarar. Harfyri var einasti mátin at koma honum til lívs ikki bara kríggj.

Tað var eitt mistak at fara í kríggj nú. Tí uppruddingararbeiðið var ikki liðugt. Tí flest øll lond vóru samd um, at alt skuldi gerast fyri at vinna á Saddam bert ikki við totalum kríggi. USA hevur gjørt mangt gott fyri mannaættina og fyri friðarinnar søk. Eingin ivi um tað. Men eisini USA kann taka feil. Og ikki minst tá forsetin eitur George Bush og verjumálaráðharrin Romsfeld. Hetta ery menn, sum bara síggja ein veg.

Tað kann gerast ein sonn vanlukka fyri USA og heimin, at ikki Al Gore gjørdist forseti. At ikki demokratar vunnu valini til senat og umboðsmannahús. Hvussu kann man leggja heimsins lagnu í hendurnar á manni, ið kensluleysur og arrogantur hevur verið við til at taka flest deyðadømdar amerikanarar av døgum og als ikki vil diskutera hesa inhumanu, órættvísu og ómenniskjansligu revsing, tá ósek eisini verða tikin av døgum! Hvussu kann man krevja av honum at hava vit og skil og kenslur, tá tað um Irak ræður!

Tað er ein gáta, hví ikki sami Bush og heimsins einasta stórveldi gjørdi meira fyri at raka Saddam sjálvan, áðrenn farið varð í kríggj. Og tað tvingar okkum at seta fram ótespiligar spurningar. Vil man kríggj, tí krígsídnaðurin vil tað - fyri at sleppa at royna síni nýggju vápn? Vil man kríggj, tí Romsfeldarnir hava so stórt vald? Hetta kunnu sýnast sum ?hjartaleysir? spurningar at seta, nú amerikanskir og bretskir hermenn vilja lata lív fyri at sleppa okkum av við ein bøðil. Men teir mugu setast eins væl og spurt hevur verið um nyttuna av avvápnaðararbeiðinum hjá ST. Og vit mugu so heldur ikki gloyma at seta spurningin: hevði Vesturheimurin víst palestinsku sakini størri ans, hevði støðan tá kunnað verið ein onnur! Kríggið er ein veruleiki, og vit kunnu nú bara vóna, at tað skjótt verður av, soleiðis at Saddam Hussein kann koma fyri altjóða brotsmannadómstólin.

Sosialurin