Búskapurin fevnir um vinnulív sum heild, herundir fiskivinnu á sjógvi og landi, almennar fyirtøkur, landsfyritøkur, fíggjarstovnarnar og almennu fíggjarviðurskiftini eitt nú landsins fíggjarlóg. Spuringurin, sum mong seta sær í hesum døgum, er hesin: er øll henda skipan frísk og sunn? Hvussu sunn er alivinnan á sjógvi? Hvussu sunn er alivinnan á landi og í hesum sambandi: hvussu sunnar eru tær vinnur, sum eru tengdar at alivinnuni á sjógvi og á landi? Hvussu sunn er rækjuvinnan á sjógvi? Hvussu sunn er flakavinnan? Hvussu sunnur er føroyski fíggjarheimurin? Hvussu sunnur er skipasmiðjuídnaðurin? Hvussu er støðan í KT-vinnuni?
Soleiðis kundu vit og mong við okkum hildið áfram við at spurt. Tað skuldi ikki verið neyðugt her at gjørt eina roynd at finna tey røttu svarini, tí tey, sum pástanda, at øll henda skipan er sunn, kenna svarini betur enn vit. Tey hava jú meira enn nakar annar havt fingurin á pulsinum. Men tey pástanda treystliga og uttan at blunka, at øll skipanin er sunn. Ja., vit skulu enntá vera errin og stolt av støðuni!
Hvussu stendur so í roynd og veru til við øllum búskapinum? Jú, alivinnan er fokin og við henni fara aðrar vinnugreinir, sum eru tengdar at henni. Rækjuvinnan stendur á gravarbakka, og flakavinnan á landi er komin á fallandi føti í og við, at flestu virki framleiða við halli. Hvussu fíggjarheimurin hevur tað, vit vita ikki, men alt bendir á, at avlopið 2003 verður ikki í nánd av tí, vit hava sæð áður. Kanska einki. Uppsagnir og skerjingar í virksemi eru beiskur veruleiki. Tann einasti partur av skipanini, ið tykist hava tað gott, er landskassin. Tað almenna eigur tvær milliardir á bók, fáa vit at vita í tíð og ótíð. Hví eigur tað almenna tvær milliardir á bók? Jú, tí vit nú í eini fimm seks ár hava havt heimsins størsta skattatrýst, so einfalt er tað!
Hví er tað komið so langt út við búskapinum? Tað er ilt at svara, men tað tykist, sum fleiri orsøkir eru til hesa vanlukku støðu. Eitt er, at Tjóðveldisflokkurin treiskliga hevur hildið fast um ein ultraliberalistiskan búskaparpolitikk, har tað hevur verið altumráðandi, at frælsu marknaðarkreftirnar eina skuldu ráða. Ein onnur orsøk er ivaleyst, at landsstýrið hevur verið lammað av innanhýsis klandri og ósemjum. Ein og hvør búskaparlig skipan krevur eitt neyvt samstarv millum fíggjarmálaráð og vinnumálaráð. Hetta samstarv hevur ikki verið til hesi seinastu árini. Høgra hond hevur ikki vitað, hvat vinstra hond gjørdi. Her hevur als eingin samskipan av teimum ymsu búskaparpolitisku amboðum verið til staðar. Vit hava havt t eitt fólkaflokslandsstýri og eitt tjóðveldislandsstýri, so einfalt er tað. Nú svíður sum svøllur, og tað svíður sum vanligt til tann vanliga føroyingin. Uppsagnir í hópatali eru framdar ella eru á veg. Ótryggleiki eyðkennir aftur gerandisdagin hjá starvsmonnum og verkafólki í Føroyum. So kunnu flokkar tosa um sunnan búskap, so leingi teimum lystir.
Sosialurin