Oddagrein· Týðandi landsfundur

Javnaðarflokkurin hevur landsfund í vikuskiftinum. Flokkurin
hevur skjótt sitið átta ár í andstøðu, og í
veljarakanning fær hann 20%. Ein
veljarakanning er sjálvandi ikki annað enn ein kanning, ikki eitt
valúrslit, men hon gevureina ábending um flokkin -
politikkarar floksins og politikkin hjá flokkinum.

At fáa undirtøku frá fimta hvørjum veljara er ikki serliga hugaligt
hjá floksleiðslu og teimum, sum standa á odda, serliga tá
flokkurin hevur havt allar møguleikar fyri at gera vart við seg í andstøðu. Tað er bara andstøðutíðin frá 1950 til 1958, sum
hevur verið drúgvari - andstøðutíðin, sum J.Fr. Øregaard skýrdi fyri
eina politiska oyðumarkargongd.

Landsfundurin má tí stinga í egnan barm og viðgera støðu floksins uttan
fordómar. Tá sagt verður støðu floksins, verður bæði hugsað um
virkisskránna, og hvussu politikkarar floksins duga at arbeiða við
atliti til hana og grundleggjandi sjónarmið floksins. Eru teir nóg
ágrýtnir, og duga teir nóg væl at seta floksins grundleggjandi støðu í
samband við mál, sum eru frammi. Somuleiðs kann verða spurt, um
flokkurin í nóg stóran mun tekur upp mál, ið skuldu havt áhuga hjá veljarum floksins.

Tað skerst ikki burt, at samfelagið er nógv broytt, og nógv
mál taka seg stundum upp, ið flokkurin ikki altíð hevur nóg greiða støðu
til, eitt nú spurningar sum at einskilja Fiskavirking,
Fiskasøluna, Føroya Banka, Atlantsflog, Postverkið o.s.fr.

Tað gamla sosialistiska sjónarmiðið var, at annaðhvørt skuldi tað
almenna eiga ella hava týðandi ávirkan á framleiðslutól og
fíggingarkervi. Samfelagið er í tí støðu, at stórur
partur av høvuðsvinnuni á landi og bankin eru almenn ogn. Hóast
landsstýrisflokkar tala um at einskilja, er líkt til, at teir trívast væl við at fyriskipa eitt meira ella minni alment framleiðslutól. Men hvørja støðu
hevur Javnaðarflokkurin til at einskilja hesar ognir, og um so er, at
hesar fyritøkurnar skulu einskiljast, er spurningurin, hvussu skulu so
hesi virði einskiljast?

Hetta er sjálvandi ein meira yvirorðnaður spurningur, og hevur kanska
ikki so nógv við dagliga dagin hjá fólki at gera. Henda spurning tykjast
landsstýrisflokkarnir ofta at gloyma í politiska arbeiðnum. Vinnuliga
hevur gingið væl, men nú sansar at, samstundis sum nærum helvtin av
okkara fiskatilfeingi fer av landinum óvirkað. Landsstýrið tekur ikki
henda spurning í álvara, so her er eitt mál hjá Javnaðarflokkinum, sum
altíð hevur lagt stóran dent á vinnupolitikk, tí flokkurin ásannar, at
vit byggja ikki eitt gott vælferðarsamfelag uttan ein sterkan búskap.

Men í dag vaksa landsinntøkurnar ikki, og tí leggur
fíggjarlógaruppskotið upp til sparingar, eitt nú í samband við
barsilsskipanina. Hvønn politikk Javnaðarflokkurin hevur og vil reka í hesum máli er eisini eitt týðandi mál fyri ein landsfund.

Fyrr í ár var dagpeningaskipanin broytt, soleiðis at arbeiðsgevarar
rinda fyrstu sjúkudagarnar. Er hetta heppið fyri eitt vinnulív í hálvari
kreppu, og er tað hepppið fyri teir løntakarar, sum kanska ofta eru
sjúkir? Eru teir ikki í størri vanda fyri at vera skeiðaðir út?

Javnaðarflokkurin hevur havt stóran týdning í føroyskum politikki. Tað
verið seg tjóðskaparliga og í arbeiðnum at byggja upp føroyska
vælferðarsamfelagið. Málið hjá flokkinum má nú verða at seta øll segl
fyri, so flokkurin tekur seg fram á næsta vali og aftur kann vera við
til at manna landsins stýri. Floksins grundfesti, demokratiska sosialisman er ein góður pallur at standa á og byggja land á.

Sosialurin