Tað er einki yvir at dylja, at føroyskur tónleikur hevur ment seg nógv seinastu mongu árini. Útgávan av føroyskum fløgum er økt ár undan ári, og í dag er tað ikki sjáldsamt at hoyra føroyskar tónleikarar fáa rúmd og vera positivt umrøddar í útlandinum. Eivør og Teitur eru flaggskipini í hesum sambandi, men vit hava eisin i mong onnur nøvn sum eitt nú Lena og Týr, Yggdragsil og Sunnleif Rasmussen standa ikki langt aftanfyri. Vit kundu so eisini nevnt mong onnur fræg nøvn frá heimliga pallinum.
Ber ikki til at skapa eina nýggja vinnugrein burtur úr hesum gávaðu fólkum og øðrum við verður spurt. Fleiri frágreiðingar og álit eru gjørd um eina føroyska tónleikavinnu, men meira er tað ikki vorðið til. Tað tykist ikki sum okkara hægstu myndugleikar leggja stórvegis í hetta málið, møguliga tí at her skulu nógvar pengar til og tí at her skal nakað byggjast upp frá botni av. Kanska er kortini ein glotti. Nú Visjónstorg hava verið hildin er tónleikavinnan eisini komin á breddan. Eitt av umboðunum í hesum torgi, sum í sinum dagliga arbeiði hevur til uppgávu at marknaðarføra eitt okkara besta boð uppá føroyskan tónleik uttan fyri landoddarnar, Eivør Pállsdóttir, eftirlýsir eina føroyska tónleikavinnu, har bæði tað almenna men eisini samfelagið sum heild stuðla uppundir eru við til at kveikja og menna og ikki minst vilja gera íløgur í hesa nýggju vinnuna.
Vit kunnu bara taka fult undir við hugskotinum og ynskinum um at skapa eina føroyska tónleikavinnu, sum er før fyri at gera vart við seg í útlandinum. Til tess er eisini neyðugt at skapa neyðugu karmarnar. Her hómast so ein glotti, nú landsins størsta kommuna hevur sett sær fyri at skapa eitt mentanarligt og harvið eisini tónlistarligt umhvørvi í Tórsgøtu og var tiltakið Asfalt ein góð byrjan. Nú er at fara víðari og víðka karmarnar eitt nú við at fáa býnum og harvið landinum eina tónlistahøll, har verandi og komandi tónleikarar sleppa at venja, skapa nýggjan tónleik og løg og sleppa at framføra hann fyri almenninginum. Nettupp hetta er eitt av góðu endamálunum við Asfalt.
Ikki kann sigast annað enn, at føroysku miðlarnir hava stuðlað nógv uppundir hesa jaligu gongd, har tónleikurin og tónleikarar fáa størri rúmd og ans. Nú er so at vóna, at okkara fólkavaldu síggja álvaran í hesi tilgongd og gera sítt til at betra um karmarnar og í tí sambandi eisini tora at seta sær nøkur mál og mið eitt nú hvat krevst av peningi til tess at fremja tey tilmæli teir sjálvir hava biðið nevndir og Visjónsbólkar gera. Øll eru vit tó partur av hesi felags søk so ella so, og her vil Miðlahúsið eisini framhaldandi bjóða seg fram at geva sítt íkast.