Oddagrein· Tórsgøta er vorðin mentanarmiðdepil

Tá Asfalt í kvøld fer av bakkastokki er talan um ivaleyst størsta tónleikatiltakið í Føroyum nakrantíð.

Frá tá Asfalt byrjar í kvøld kl. 19 og endar á miðnátt leygarkvøldið, hava ikki færri enn 60 bólkar, kór og einstaklingar framført eini 30-40 tímar av livandi tónleiki í Tórsgøtu, og alt verður framført av føroyskum bólkum.

Fyrireikararnir av Asfalt, høvdu ein dreym, ið nógv mettu vera utopiskan, at savna SO nógvar føroyskar bólkar til eitt tónleikatiltak í sjálvum hjartanum av høvuðsstaðnum. Ein kendur festivalfyriskipari í Føroyum segði um tiltakið, at hann ikki metti, at hetta kundi nýtast sum sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik, tí um tú savnar so nógvar føroyskar bólkar, so verður tú noyddur at fara á kompromis við góðskuni.

Men nú fýra mánaðir eftir, at ætlanin varð avdúkað, sæst úrslitið, og úrslitið er stórsligið. Nøvnini eru fjølbroytt, og góðskan er høg. Tiltakið vísir í størri mun enn nakað annað tiltak, hvussu ríkt føroyska tónleikalívið er. Hetta er uttan iva best egnaði sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik nakrantíð.

Tá vit fluttu í Miðlahúsið í Vágsbotni í fjør, høvdu vit frá fyrsta degi ætlanir um at verða ein virkin partur av mentanarlívinum í Tórsgøtu. Tað eru longu fleiri ár síðan, at Tórshavnar kommuna vísti á sínar ætlanir um, at Tórsgøta skuldi vera mentunargøtan í Havn. Við Tjóðpalli og ungdómshúsi er gøtan longu væl ávegis. Nú er livandi tónleikur eisini farin at ljóða í grannahúsunum og hjá Tjóðpallinum, og tað er at gleðast um.

Við teimum nógvu og fjølbroyttu tiltøkum, tað verið seg fyrilestrar, tónleikur, framsýningar, kjakfundir og alt hitt, ið vit hava í Miðlahúsinum eru vit eisini við til at stuðla undir hesar ætlanir. Og tað gera vit fegin og er tað eisini ein náttúrligur partur av okkara miðlahúskonsepti, eitt konsept, sum skal vera livandi og hava møguleika at útvikla seg.

Tað var tí heldur ongantíð nakað ivamál um, at vit skuldu vera partur av Asfalt. Við Asfalt verður Tórsgøta mentanargøtan, og Miðlahúsið í Vágsbotni er erri av at vera partur av hesum.

Sosialurin