Farið varð av øllum alvi undir at útbyggja vatnorkuna uttan nøkur sum helst fyrilit fyri nátturu og landslagi. Nógv tjak stóðst av hesum í fírsunum, tá stórur partur av áunum í Eysturoy hvurvu niður í vatntunnlarnar hjá SEV. Men SEV helt rimmarfast við sín rætt at troyta vatnið uttan at skulu noyðast at taka estetisk ella økologisk fyrilit. Spurningurin er, um ikki tíðin er farin frá hesi monopolstøðuni, sum interkommunali felagsskapuirn hevur havt síðan fimtiárini. Samfelagið er vorðið so samansett og torgreitt, at tað er ein spurningur, um tað í longdini ber til at hava ein risastóran orkuframleiðara, ið kann liva og láta, sum honum lystir. Eigur ikki øll útbygging at vera planløgd og samskipað út frá samfelagsligum meginreglum? Eiga vit nú ikki at taka fyrilit fyri náttúru og heilsubøtandi økjum. Kann almenningurin t.d. góðtaka, at SEV ein dag fer eftir Fjallavatni, ið man vera náttúrvakrasta øki í landinum?
Tað er nógv, sum bendir á, at tíðin er farin frá tí innanfelags bygnaði, sum SEV hevur og frá tí serstøðu, sum interkommunali felagsskapurin hevur í føroyska samfelagnum. Skipanin er alt ov afturlatin og tíðin rópar eftir gjøgnumskygni. Spyrjast má nú, um tað er skilagott, at orkupolitikkurin er eitt kommunalt mál? Er ikki tíðin komin, at tað almenna t.v.s. Vinnumálaráðið og løgtingið skipa fyri og taka ábyrgdina av øllum orkupolitikki, eisini streymveiting? Kommunurnar kunnu væl saktans vera við. Hetta hevði merkt, at spurningurin um streymveiting í framtíðini verður loystur sum ein partur av orkupolitikkinum hjá tí almenna? Ófriðurin í SEV kundi bent á, at okkurt er galið. Tað tykist, sum sjálvur bygnaðurin eggjar til maktstríð. Hetta er í sjálvum sær sera óheppið. Tað er tí avgerandi neyðugt at nútímansgera bygnaðin. Men hetta er ikki nóg mikið. Hyggjast má eisini eftir støðuni hjá SEV sum heild í dagsins samfelagið. Tað tykist, sum tíðin er farin frá øllum monopolum. Hetta má eisini vera galdandi fyri SEV, so her sleppur tað samlaða landsstýrið neyvan undan at taka um notuleggin innan alt ov leingi. Her er tørvur á nútímansgerð. At enda eigur almenningurin at fáa eina frágreiðing um ta ósemju, sum í løtuni leikar á í felagsskapinum.
Sosialurin