Oddagrein: Takið av oljuavgjaldið!

OLJUAVGJALDIÐ er nú 22 oyru hægri fyri hvønn litur enn tað var, tá løgtingið í vár samtykti at broyta útrokningargrundarlagið. Tað merkir, at hvørt einstakt húski skal í dag gjalda 220 krónur meira fyri at fylla 1000 litrar á tangan. Við øðrum orðum var avleiðingin frá broytingini, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, skeyt upp, einki annað enn ein fjald skatta- og avgjaldshækking.

HETTA var ikki ætlanin, sigst! Men sambært útvarpinum vil landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum ikki gera nakað við henda spurningin, sum fyrst og fremst tyngir um hjá vanliga føroyinginum. Hjá pensjónistum og láglønarbólkum ? vanligum verkafólki ? sum Tjóðveldisflokkurin áður umboðaði, bæði í orði og í verki.


FERÐ eftir ferð spyrja fólk: ? Hvar er Tjóðveldisflokkurin blivin av? Tað svitast ikki, at í flestu førum stóð Tjóðveldisflokkurin Javnaðarflokkinum við lið, tá tað snúði seg um batar fyri tann vanliga føroyingin. Allir teir batar, sum bygdu upp vælferðarsamfelagið.


MEN seinastu tvey árini hava vit sæð, at Tjóðveldisflokkurin hevur góðtikið politikk og áskoðanir Fólkafloksins, tá tað snýr seg um mál, sum hava við almanna- og verkafólkapolitikk at gera. Eitt tað mest eyðsýnda var, tá Tjóðveldisflokkurin boðaði frá, at hann tók undir við ætlan Fólkafloksins um eina eftirlønartrygging ? fólkatrygging ? sum fyrst og fremst gagnar teimum vælbjargaðu. Og eisini leyp tað hvøkk á fólk, tá Tjóðveldisflokkurin ikki tók undir við uppskoti Javnaðarfloksins um lóg um arbeiðsumhvørvi.


NÚ eigur andstøðan á Løgtingi at skjóta upp at taka av lógina um oljuavgjald, um Tjóðveldisflokkurin ikki ger tað. Vit hava jú ferð eftir ferð hoyrt, at tað er ikki ov nógv ferð á búskapinum og harafturat er avlopið í landskassanum so stórt á hvørjum ári, at Tjóðveldisflokkurin kundi unt vanliga føroyinginum hesar krónurnar. Vit hava øktar inntøkur í landinum, men higartil hevur tann vanligi føroyingurin ikki merkt nakað til framburðin, uttan tað, at arbeiðið er støðugari nú.


LANDSSTÝRIÐ seinast í áttatiárunum skeyt upp at seta eitt avgjald á olju fyri at tálma tí nógvu búskaparferðini. Peningurin fór í ein oljugrunn, sum Menningargrunnurin, Ídnaðargrunnurin og Húsalánsgrunnurin fyrst og fremst skuldu kunna læna pening úr. Óivað eitt gott endamál tá, men nú er ikki neyðugt við oljuavgjaldinum. Mælt verður tí Tjóðveldisflokkinum til at taka av hetta argandi avgjaldið. Ger Tjóðveldisflokkurin tað, prógvar hann, at hann hevur ikki heilt mist sína sosialu tilvitan.