Oddagrein·Takk Jefford

Mong vóru tey bæði í USA og úti í heimi, eisini í Føroyum, sum vóru sera vónsvikin, tá amerikanski Hægstirættur, har meirilutin er republikanskur, ruddaði slóð fyri, at USA fekk tann skeiva forsetan. Bush og hansara næstu menn standa fyri nøkrum hugsjónum, ið eru tí annars so stolta amerikanska demokratiinum til lítlan sóma

 


Eftir at hava sæð og hoyrt Bush speireka mótstøðumenn og tala niður til fólk, ið dagliga stríðast fyri mannarættindum so sum rættinum til útbúgving, rættinum til sosiala trygd og eini menniskjaligari rættarskipan, verður hann nú at merkja sviðan av sínum egnu gerðum og egna konservativa politikki. Tað er ein av hansara egnu, sum nú sigur, at amerikanska fólkið hevur fingið nóg mikið av konservativa politikkinum hjá víðgongdum republikarum, sum Bush nú av álvara er farin at seta í verk. Maðurin er Jim Jefford, republikanskur senatorur úr Vermont. Hósdagin gjørdi hann av at taka seg úr Republikanska flokkinum og vera uttanveltaður. Tað hevur við sær, at demokratarnir koma í meiriluta í senatinum, og eru tí betri førir fyri at seta fót fyri víðgongda høgrapolitikkinum hjá Bush. Sami Bush, sum royndi at fyrigykla amerikonsku veljarunum, at hann vildi endurnýggja flokkin við at flyta hann frá sera víðgongdum høgrapolitikki til eina meira menniskjaliga konservatismu, hevur gjørt beint øvugt av tí hann lovaði. Við Bush er USA aftur á veg inn í ta myrku og ómenniskjaligu konservativu øldina, sum vit kenna hana frá undanfarnum konservativum forsetum. Og tað er nettupp henda politikkin, sum Jefford ikki longur kann góðtaka.


Avgerðin hjá Jefford er ein sigur fyri tey, ið virka fyri mannarættindum og einum meira menniskjaligum heimi. Bush, sum átti at komið í Guiness fyri at hava sitið sum guvernørur meðan flest deyðadømd eru tikin av døgum, (eisini ósek) er ein vanlukka fyri heimin. Við Bush verða tey veiku og sjúku í USA uppaftur veikari og sjúkari. Skattalættin, sum Bush lutvíst fekk samtyktan, skal fyrst og fremst gagna teimum múgvandi. Og tess færri skattainntøkur tess torførari er at skapa eitt meira rættvíst samfelag fyri allar borgarar, har m.a. útbúgving og sosial trygd eru týðandi partar av demokratiinum. Bush og hansara fólk standa fyri júst tí øvugta av tí, sum annars hummanistar og øll tey, sum arbeiða fyri grundleggjandi mannarættindum og rættvísi stríðast fyri. Størsta broytingin er, at Bush ikki kann seta víðgongdar konservativar hægstarættardómarar. Nú verður hann tvingaður til at leita eftir meira hóvligum, og tað er kanska tað besta, sum kundi henda. Gott í teg Gefford. Tøkk fyri títt dirvi.


Sosialurin