Í mong ár hevur fótbóltslandssliðið verið okkara ambassadørur í útheiminum. Frægu úrslitini hjá landsliðnum hava sett Føroyar á heimskortið. Hetta byrjaði við sigrinum í Landskrona á sinni og var fortreytin fyri hesum sjálvandi tað stóra og góða arbeiðið, sum Fótbóltssambandið gjørdi til tess at fáa Føroyar altjóða viðurkendar sum sjálvstøðug fótbóltstjóð. Hóast fáar sigrar, so hava vit kortini kunnað víst á fræg úrslit móti fleiri av heimsins bestu fótbóltstjóðum. Nú eru vit so við aftur í undankappingini til EM, har vit fyrstu ferð nakrantíð skulu spæla ímóti fótbóltstjóðini av øllum, nevniliga Italia. Ein spennandi avbjóðing.
Nú fótbólturin líkasum gekk undan, tykist tað kortini eisini at verða aðrar ítróttargreinar, sum kunnu seta okkum á heimskortið. Tað eru úrslitini hjá fræga og unga telvara okkara, Helga Dam Ziska eitt ítøkiligt dømi um. Hesin ungi telvarin úr Havn hevur einki minni enn tikið altjóða talvheimin á bóli. Bert 15 ára gamal hevur hann antin vunnið ella spælt javnleik móti fleiri mætum altjóða telvarum. Henda sigursrøð hansara tykist ongan enda at fáa, og í gjár megnaði hann at vinna á sterkum bretskum telvara, hóast heilsan bilaði.
Vit ynskja Helga tillukku við flotta og framúr góðu úrslitunum. Føroyingar eru ernir av honum. Men vit ynskja eisini tí føroyska talvumhvørvinum tillukku, tí tað er m.a. hesum fyri at takka, at tað hevur eydnast at skapa veruligan áhuga fyri talvi og ikki minst at menna dygdina í talvspælinum. Tað hevur nettupp verið eitt av aðalmálunum hjá Talvsambandinum og teimum góðu drívkreftunum aftanfyri hetta meginfelag at skapa góðar, mennandi og eggjandi umstøður fyri talvi. Ein partur av hesum hevur verið at fáa kendar telvarar til Føroya og varð hæddarpunktið vitjanin av sjálvum heimsmeistaranum í talvi Kasparov fyri nøkrum árum síðani.
Hóast stór tøk skulu takast fyri at kunna gera okkara telvarar til eins góðar og væl sæddar ambassadørar sum okkara fótbóltslandslið, so megu vit kortini staðfesta, at eisini føroyskt talv og føroyskir telvarar kunnu í framtíðini vera við til at seta Føroyar á heimskortið. Í báðum førum, tá talan er um fótbólt og um talv, so er felagsnevnarin tann at geva tí unga og komandi ættarliðnum góðar umstøður og eisini íblástur. Íblásturin skal m.a. koma frá vitjanum av góðum fótbóltsspælarum og telvarum og møguleikanum at kunna dystast ímóti teimum góðu saman við eini dyggari og miðvísari venjing longu frá ungum árum.
Helgi og føroyskir telvarar sum heild fáa okkara fulla stuðul í hesi spennandi menning, eini menning, sum tit ikki eru einsamallir um at fegnast um. Alt Føroya fólk fegnast um tykkara innsats og tykkara góðu úrslit. Haldið fram við hesum og gott í Talvssambandið, at tit eru so medvitandi um týdningin at geva teimum ungu gott í beinið so og so.
Sosialurin