Oddagrein· Teir borgarligu vunnu í Svøríki

Valið í Svøríki gjørdist ein sigur fyri høgravongin og ein skelkur fyri vinstravongin. Hinvegin var úrslitið ikki óvæntað.

Sosialdemokratarnir hava sitið við valdinum í trý valskeið á rað, og enn er so ongantíð hent tað, at ein stjórn hevur vunnið fyri fjórðu ferð á rað. Men sjálvandi eru aðrar orsøkir til ósigurin hjá Gøran Persson-stjórnini. Ein tann mest upplagda orsøkin er, at hóast Svøríki er heimsins besta land at liva í, so hevur ikki eydnast stjórn Perssons at beina arbeiðsloysið burtur. Svøríki hveur 5% vinnuloysi, meðan arbeiði er til allar henduer í øllum grannalondunum. Orsøkin er m.a. bygnaðarbroytingar innan svenska vinnulívið, flyting av fyritøkum og virkjum til láglønarlond. Tað hevur ikki eydnast at leggja upp fyri hesi skeivu gongd við tí poltikki, ið stjórnin hevur rikið.

Í aðrar mátar hevur gingið sera væl. Eingir álvarsamir trupulleikar eru av innflytarapolitikkinum, og breið semja hevur verið um uttanríkispolitikkin. Nú kemur so ein sera høgravend stjórn og fer hon helst undir stórar skerjingar av almenna sektorinum og undir privatiseringar. Hvussu hetta fer at ávirka støðuna á arbeiðsmarkanðinum er ein stórur spurningur. Høgrastjórnin fer eisini at fremja skattalættar og kann hetta fara at ávirka vælferðina í heimsins besta vælferðarsamfelag.

Spennandi verður um høgrastjórnin fer at broyta uttanríkispolitikkin. Svøríki hevur verið eitt álitið hjá ST og sýnt sera stóran solidaritet í altjóða høpi. Hóast tað sjálvandi finnast viðurskifti í Svøríki, sum eru verd at finnast at, t.d. halda mong, at alt ov mong forboð eru galdandi har, so man Svøríki teljast millum heimsins bestu lond. Vit hava so eisini sæð, hvussu væl sviar hava klárað seg í nógvum ítróttargreinum, og man tað eisini stava frá tí, at fundamentið undir samfelagnum er so gott. Nú skulu so teir borgarligu sleppa at royna seg. Tað er sunt og gott fyri demokratiið, at nýggir flokkar eisini koma framat bara hesir ikki oyðileggja alt tað góða, sum er bygt upp. Nú fáa vit so at síggja, hvat hesir flokkar kunnu tilføra svenska vælferðarsamfelagnum.

Sosialurin