Soleiðis hava vit nú eitt sokallað borgarligt landsstýrið, sum avtekur privatiseringspolitikkin hjá einum vinstravendum løgmanni.
Men hví er tað so umráðandi hjá landsstýrismanninum at sleppa av við privatu partaeigararnar, at hann fer at tøma kassan hjá felagnum og seta ferðaseðlaprísirnar í váða? Tað var landsstýrið, sum tjenti út við 100 milliónir upp á privatiseringina, sum felagið nú sjálvt skal rinda, og privatu íleggjararnir standa eftir við tapinum av út við 20 milliónum krónur.
Og tá nevdin vegna landsstýrismannin sigur, at partaeigararnir hava órógvað felagið so illa, kann tað so ikki vera tí, at landsstýrismaðurin er farin so ómetaliga illa við teimum?
Er hetta prísurin, fyri at landsstýrismaðurin skal fáa frið? Gongdin hevur verið tann, at Johan Dahl miðvíst hevur niðurlagað privatu ávirkanina á felagið. Fyrst við at kroysta tey úr nevndini, heldur enn at geva teimum ta ávirkan, sum ognarluturin gav teimum rætt til. Tað gjørdi Bjørt Samuelsen, tá hon sat við málsøkinum. Flogvøllurin skuldi verða katalysator til kapping við felagið, og at enda varð eisini tað tollfría tikið frá felagnum. Siðani varð leiðslan pilkað sundur. Nú verður pengakassin tømdur, so felagið verður munandi veikari og skal gjalda eina rokning, sum landsstýrið sjálvandi eigur at gjalda.
Er tað okkurt, sum Johan Dahl dugir betur enn tey, sum hava bygt Atlantsflog upp? Er tað rætt, at almenn partafeløg skulu stýrast úr Tinganesi av einum tilvildarliga útpeikaðum landsstýrismanni, sum kann finna upp á hvat sum helst?
Tað er ein andsøgn í at niðurkapitalisera felagið og tosa um betur samband út í heim – og bíligari flogferðaseðlaprísir.
Higartil hevur nevndin bara víst til eina komandi nýggja strategi, tá spurt verður. Men hvør er strategiin við at tøma pengakassan hjá flogfelagnum nú – og hví verður hendan loysnin vald, beint áðrenn aðalfundin? Er hetta partur av nýggju strategiini, ið koma skal?
Eftir stendur, at tá sambandsmenn og fólkafloksmenn tosa um privatisering og um at virða privata íleggingarhugin, so er bara talan um lótir. Tað fáa íleggjarar aftur í gráum kálvskinni.