USA og ES hava stuðlað Fatah við sera stóru peningaupphæddum. Stuðulin er farin til undirstøðukervi, til heilsu- og útbúgvingarendamál og til búskaparliga menning. Talan er um milliardir av dollarum og evrum. Hetta er stuðul, sum palestinska samfelagið illa far verið fyri uttan. Av tí at Hamas er lýst sum ein yvirgangsfelagsskapur er forboðið í USA og í ES at stuðla hesum felagsskapi.Um stuðulin nú verður strikaður, tí Hamas skipar stjórn, fer hetta at hava oyðileggjandi fylgjur við sær fyri tað unga og viðbrekna palestinska fólkaræðið. Ein avgerð um at steðga stuðlinum úr USA og úr ES hevði fingið sera álvarsamar fylgjur fyri lívskor og sosial viðurskifti í sjálvstýrisøkjunum. Hetta hevði so elvt til uppaftur størri hatur til vesturheiminum og til Ísrael. Sostatt eru USA og ES komin í eina sera álvarsama tvístøðu. Hamas er ein vápnaður felagsskapur, sum leingi hevur verið í vápnaðum stríði við Ísrael og við Fatah. Hartil kemur, at meðan Fatah er ein sekulerur politiskur flokkur, er Hamas ein fundamentalistisk muslimsk rørsla, so ikki kann annað sigast, enn at støðan í hesum parti av Miðeystri er radikalt broytt eftir einum degi.
Misnøgdin við Fatah hevur leingi verið stór og stavar ikki bert frá friðartilgongdini við Ísrael. Misnøgdin kemur eisini av, at Fatah ikki hevur megnað at geva palestinum eina góða stjórn. Misnøgdin og vónbrotið millum vanliga fólkið í Palestina hava verið støðugt vaksandi. Hóast stóru búskaparhjálpina uttaneftir hevur Fatah stjórnin hjá Qourai ikki megnað at minka um arbeiðsloysið og fátækdømið í landinum. Korruptión og vánalig umsiting hevur verið við til at økja um misáltið á stjórnina millum manna. Hamas hinvegin hevur hildið ta vápnahvíld við Fatah, sum varð lýst fyri ári síðan og hevur megnað at standa sum eitt trúverdugt alternativ til stjórnina. Hartil hevur harðrendi politikkurin hjá Sharon bert styrkt Hamas. Ísrael er komið í eina sera trupla støðu. Samráðingarpolitikkurin hevur fingið eitt skot fyri bógvin og allir møguleikar eru opnir. Hetta kann eins væl enda við kríggi sum við samráðing við Hamas. Skal Ísrael kunna samráðast við Hamas verður minstakravið hjá Ísrael, at Hamas letur vápnini frá sær til t.d. ST ella ES. Men útlitini fyri slíkari loysn eru smá, so talan er, tá samanum kemur, um eina sera álvarsliga støðu, sum skjótt kann festa í alt Miðeystur.
Sosialurin