Verður virusið, H5N1, at broytaast so, at tað fer at smitta millum fólk, fáa vit eina heimsumfevnandi umfarsjúku, eina sonevnda pandemi. Ein slík herjaði heimin í 1918-19 og doyðu milliónir av menniskjum tá. Hetta var tann sonevnda spanska sjúkan, ið var eitt herviligt slag av beinkrími. Nú er, sum kunnugt, nógv broytt við tað, at mannaættin hevur fingið antibiotika, men einki antibiotikum hjálpir móti virusi tað hjálpir bert ímóti teimum sjúkum, ið mangan fylgja við beinkríminum. Hinvegin finnast ymisk sløg av heilivági, ið eiga at vera tøk til fólkið, um ein pandemi fer at herja. Tann spurningur, ið mong seta sær, er, hvussu vit her í Føroyum eru tilbúgvin at taka ímóti eini slíkari landfarsótt av fuglabeinkrími, um henda sótt skuldi komið hendan vegin. Sum teir myndugleikar, ið hava ábyrgdina, higartil hava málborið seg, siga, eru vit hampiliga væl fyri. Vit eru farin saman við Danmark og Íslandi um at keypa inn heilivág, og vit eru eisini før fyri at framleiða heilivág sjálvi, um so skuldi verið.
Hetta er alt gott og væl. Tað, sum kann ørkymla, eru orð landsapotekarans herfyri um, at vit eru aftan fyri t.d. Ísland í tilbúgving, um ein verulig pandemi t.d. fuglabeinkrím fer at herja í Føroyum. Tað eru ivaleyst mong, ið gjørdust eitt sindur kløkk av hesum orðum. Um talan var um eina misskiljing ella, um vit veruliga eru aftan fyri grannalond í tilbúgving, ja, so eiga avvarandi myndugleikar at taka sær um reiggj og síggja til, at vit sum skjótast koma á hædd við okkara grannalond. Føroyska samfelagið er sera viðbrekið í eini støðu við eini heimsumfatnandi pandemi. Hinvegin er samfelagið lætt at yvirskoða, og tískil skuldi ikki verið so torført at gjørt eina tilbúgvingarætlan. Avvarandi myndugleikar eiga at fara til verka alt fyri eitt og so javnan kunna almenningin um støðuna. Øll eiga at vita, hvørjar ætlanir okkara myndugleikar hava í hesum sambandi. Hinvegin eiga vit sjálvsagt ikki at lata panikkin taka okkum av fótum. Hvørki EU ella stjórnirnar í Europa sum heild tykjast at bera ótta fyri eini pandemi enn. Tí eiga okkara myndugleikar eisini at vera varnir og einki at gera, sum kann loypa óneyðugan ótta á fólk. Men sum gamla orðið sigur, at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Hetta er so satt, sum tað er sagt, og eiga okkara myndugleikar alla tíðina at hava hesi fyndarorð í huga.
Sosialurin