Alt gott um hetta. Undan tí lá málið í Vinnumálastýrinum men lutvíst eisini í øðrum stýrum. Og fara vit eitt sindur longur aftur lá tað hjá fleiri ymsum landsstýrismonnum. Tað tænir ongum endamáli at vera bakklókur og klikkja niður á henda ella handa myndugleikan fyri, at málið ikki er tikið meira alvorligt. Nú má hyggjast frameftir og arbeiðast miðvíst.
NÚ er so avgerð fallin um, hvar tilbúgvingin skal hoyra heima og hvør hevur ábyrgdina av henni. So far so good. Hetta er annars eitt mál, sum nettupp vegna tvørrandi ábyrgdarstað, ongan góðan hevur havt. Tó at tað hava verið persónar, sum aftur og aftur hava gjørt vart við álvaran í hesum máli. Ikki fyrr enn oljuvinnan bankar á dyrnar rakna fólk við og innsíggja, at okkurt má henda. Man kann tí siga, at oljuvinnan kemur her sum ein kærkomin gestur, tí hon fær skundað undir eitt álvarsligt samfelagsligt mál, sum ein tilbúgving jú er. Eitt mál, sum hevur ligið á láni. Tá hetta er sagt eiga vit tó ikki at gloyma tað risastóra arbeiði, sum Færørenes Kommando hevur staðið á odda fyri.
SAMBART frágreiðing frá Fíggjarmálastýrinum, sum verður viðgjørd meira nágreiniliga í blaðnum í dag, er talan um eitt øki, sum vit sjálvi ikki hava ábyrgdina av í dag. T.d. er føroyskt havøki partur av skotskum og íslendskum øki, tá tað ræður um leiting og bjarging. Hesa uppgávuna hevur annars danska sjóverjan røkt væl og virðiliga í mong ár, men nú oljuvirksemið kemur inn í myndina verður hetta ábyrgdarøkið víðkað. Og sum skilst á Fiskimálastýrinum eru danskir sjóverjumyndugleikar ikki sinnaðir til at økja um verandi virksemi sítt til eisini at fevna um eina oljutilbúgving. Tí eru vit sjálvi tvingað til at taka málið í egnar hendur, og her er tað so, at V&B skal til at víðka um sítt arbeiðs- og ábyrgdarøki. Í hesum sambandi verður tosað um at seta á stovn eina MCRR-bjargingarmiðstøð.
V&B hevur í hesum sambandi lýst eftir fólki til at taka sær av hesum nýggju uppgávunum. Vónandi fara fólk at søkja starvið, sum hava bæði beinini á jørðini, sum hava arbeitt við hesum málum longu ella sum hava greiðar meiningar um, hvussu nakað ítøkiligt kann fáast burtur úr. Rætt og slætt fólk, sum hevur veruligt innlit í hetta málið. Og ikki minst: hevur áhuga fyri tí. Tilbúgvingin má og skal raðfestast nógv hægri enn higartil og vónandi eru nú útlit til, at henda raðfesting verður tikin í álvara av landsins myndugleikum.