Tað er í øllum førum niðurstøðan, nú vinnunevndin hevur skrivað álit í sambandi við uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, sum sjálvur vil sleppa at góðkenna setanar- og lønarviðurskifti hjá stjóranum í ALS.
Alt var annars á gosi, tá tað kom fram, at stjórin í ALS fekk yvir eina millión krónur í fráfaringarløn. Orsøkin til rokið var ikki minst tann, at stýrisformaðurin fór alment út og segði ósatt um veruleikan, at stjórin varð biðin um at siga upp.
Landsstýrismaðurin vísti beinanvegin sína ónøgd við at heita á stýrisformannin um at leggja frá sær. Málið hevur eisini verið reist av tingfólki – og alt tað endaði við nevnda lógaruppskoti hjá Johan Dahl um, at vinnumálaráðharrin fær ræði á stýrinum, tá tað snýr seg um samsýning til stýri og stjórn.
Landsstýrismaðurin heldur tað ikki vera annað enn nátúrligt, at avvarðandi landsstýrismaður hevur henda rætt. Sambært útvarpinum í gjár hevur hann ikki tikið støðu til, um hann tekur uppskotið aftur, men hann vísir á, at hann heldur tað vera rætt at hava greiðar reglur fyri stovnar undir ráðnum – har ALS, hóast serliga skipanin við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, hoyrir undir Vinnnumálaráðið.
Vinnunevndin er ikki samd. Hon heldur, at skulu slíkar reglar gerast, so skulu tær ikki gerast fyri ein stovn, men generelt. Nevndarformaðurin, Alfred Petersen heldur, at vit eiga at læra av tí sum hendi við stjórasamsýningini.
Privat skipan ella ikki, so er Arbeiðsloysisskipanin ein stovnur, sum vit øll gjalda til og tí rættiliga almennur. Tað minst vit mugu krevja av teimum fólkum, sum fáa tað álit at verða vald í stýrið, er at tey brúka sítt vit og skil.
Vit skulu ikki siga, at rættast er at landsstýrismaðurin skal fjarstýra einum stýri, sum ALS-stýrinum. Men vit kunnu samstundis staðfesta, at stýrislimirnir ikki hava livað upp til tað álit, ið latið er teimum, og tí kunnu vit ikki siga landsstýrismannin ringan fyri leggja bond á stýrið.
Tí tað krevur ábyrgd at fáa slíkt álit. Best er sjálvandi, at stýrið sjálvt megnar at liva upp til álitið.