Vit síggja tí í dag ein Tjóðveldisflokk, sum hevur fingið tikið politisku tenninar út men sum so løgið tað ljóðar kortini situr við maktini. Og hvussu kann ein flokkur, sum nærum sleppur sínum politiska samleika blíva sitandi við maktini! Og hvussu ber tað til, at tann flokkur, sum nú í fýra ár hevur roynt at sannføra veljararnar og hinar flokkarnar um tað skilagóða í at reka ein hóvligari sjálvstýrispolitikk verður vístur til eina oyðimarkaferð í enn fýra ár!
Samgonguskjalið, ið teir fýra flokkarnir hava góðtikið, kann í hvussu er C taka undir við og helst eisini B. So langt hava A og E førkað seg. Tað má kennast bæði láturligt og grátuligt fyri C, sum nú í fýra ár hevur staðið á barrikadunum og stríðst ímóti tí víðgongdu fullveldisbylgjuni, at síggja sín egna politikk festan á blað í einum samgonguskjali millum fýra heilt aðrar flokkar ? og at verða útihýstan frá at vera við til at reka henda sama politikk. Onkur vil siga, at samgonguflokkarnir hava stolið politikkin frá C.
Ikki er lætt at vita, hvussu hvør hevur telvað handan leiktjøldini undir samráðingunum, men mangt bendir á, at EINASTA málið hjá E eftir valið hevur verið at halda C uttanfyri. At A eisini hevur havt hesa ætlan skulu vit ikki siga, men spurningurin er, um løgmaður, ið hevur lagt so stóran dent á at fáa C við, gjørdi sær nóg stóran ómak við hesum! Hugsaði hann meira um sín egna sess heldur enn um breiðu samgonguna? Hann var jú gissul hjá E, tí um hann misti stuðulin frá honum, misti hann eisini initiativið til sambandið.
E fær uttan iva sínar fýra landsstýrismenn. Tað hevur hann ætlað alla tíðina. Tí við hesum tali av málsøkjum fær flokkurin bygt upp eina bastión sum ongantíð fyrr. Flokkurin fær fleiri nýggj fólk á ting og fær harvið ment sítt bakland til eitt komandi val. Flokkurin fær gjørt sína ávirkan galdandi í nærum allari miðfyrisitingini og út í nærum hvønn krók av landinum. Eftir at hava tapt stríðið um her og nú fullveldið hevur flokkurin kortini telvað so væl, at hann situr við størsta partinum av maktini í Føroyum.
Nú kann verða spurt, í hvønn mun C hevur telvað seg í andstøðu. Hevði hann ikki møguleika at koma í eina samgongu við A og E! Góðtaka vit, at E ultimativt vildi ikki hava C við, og at løgmaður fyri einhvønn prís vildi halda fram í sínum sessi við stuðuli frá E, so er svarið einfalt, at har var einki at gera. Tað ber eisini til at útleggja talvið soleiðis, at C í sínum óvanliga solidariteti við B mistulkaði støðuna - áhaldandi útmeldingarnar frá C um at fáa B við tvingaðu løgmann til at taka Jenis inn og harvið gróv C sína egnu grøv. Eftirtíðin verður best at meta um hetta. Spurningurin er: hevði C verið við í samgonguni, um hann telvaði skilabetri! Fyri veljarar hjá C má henda støða verða ørkymlandi og særandi: at síggja eitt politiskt amputerað E sigursælt marsjera víðari við 4 ? FÝRA ? landsstýrismonnum ? og við politikkinum hjá C í skjáttuni.
Sosialurin