Tað er m.a. fyri at loysa hesa og mangar aðrar gátur, at meira enn 100 útlendskir og føroysir granskarar, vísindamenn og oljufólk annars hava sett hvørjum øðrum stevnu í Norðurlandahúsinum. Hóast endamálið er at leggja fram fakligt tilfar, metingar og úrslit, sum skulu fortelja okkum meira um ein part av okkara landi, sum vit vita ov lítið um, so er greitt, at veruliga endamálið er at skapa áhuga fyri leiting eftir kolvetni og her ikki minst í sambandi við 2. útbjóðing, sum verður í næstum.
Tað má sigast at vera sera flott og gott klárað, tá fleiri enn 100 útlendskir granskarar og oljufólk velja at brúka tíð og orku til slíka ráðstevnu, og ikki minst, nú fleiri av okkum halda, at har møguliga einki er at fara eftir í undirgrundini. Tað má væl hava nakað við góða timing og annars eitt áhugavert framtíðar leitiøki at gera, hóast alt ikki sær so bjart út. Tí sum ein av oddamonnunum sigur við Blaðið, so liggur ein stórur partur av landgrunninum og bíðar eftir oljufeløgunum. Stórir strukturar hómast og við einum miðvísum innsatsi og eitt sindur av hepni eisini, so kunnu oljufelag fáa bingo ? jackpot á Føroyaøkinum. Hinvegin eru eisini røddir frammi, sum vísa á, at alt er ikki so lovandi. Stór óvissa ræður, og váðin er ovurstórur. Men vilja feløgini brúka tíð og orku, so fara tey komandi tvey árini at vera avgerandi fyri, hvat framtíðin hevur at bjóða uppá.
Um somu tíð verður so ein áhugaverdur brunnur boraður í grannalagnum. Hann kann koma at seta gongd á gassútbygging á Atlantsmótinum. Og um stutta tíð verður farið undir at bora tveir aðrar áhugaverdar brunnar við markið. So hóast dvalastøðu á okkara øki kann elefanturin verða vaktur í næstu framtíð, antin hann ella teir finnast á bretskum øki ella væl fjaldir undir okkara basalti. Vit ynskja stigtakarum og luttakarum á ráðstevnuni góða byr og góða eydnu við at loysa basaltgátur og mangar aðrar jarðfrøðiligar knútar. Tolin trívst, men hvussu leingi!
Sosialurin