Fyri nøkrum árum kunndu allir flokkar rúma øllum átrúnaðarligum áskoðanum, samkomum og fólkakirkjunar limum. Tað, sum var avgerandi, var politiska áskoðanin. Hetta var í tráð við meginreglu í okkara fólkaræði, sum snýr seg um, at vit býta okkum upp eftir okkara politiska og ikki eftir okkara átrúnaðarligu sjónarmiðum. Tað tykist, sum tann gamla demokratiska meginreglan um átrúnað fyri seg og politikk fyri seg er undir sterkt vaksandi trýsti. Við hesum nýggja ráki er føroyskur politikkur komin til eitt vegamót, sum allir teir gomlu flokkarnir mugu fyrihalda seg til.
Úrslitið av hesum nýggja ráki er eins týðuligt og tað er komið óvart á flokkarnar í hesum føri Sambandsflokk og Tjóðveldisflokk. Næstu ferð verður tað onkur annar flokkur, sum kemur at gera hesa royndina. Tað er ivasamt, hvørt hetta nýggja rákið gagnar fólkaræðinum. Hví skal lóggávuvaldið nýtast við átrúnaðarligum endamáli? Skulu fólk við lóg noyðast til at hava ávísa trúgv ella til at trúgva tað sama sum politiska valdið? Var tað ikki júst hetta, at statsvaldið tvingaði fólk til ávísa trúgv, sum førdi til kúgan og trælkan í gomlum døgum? Er ikki átrúnaðarfrælsið í grundlógini ein ómissandi rættur hjá borgarunum i einum fólkaræði?
Tað er ikki vandaleyst, at føroyskur politikkur er við at flyta seg inn á hesa nýggju kós. Forsprákararnir eru harðmæltir, og tann, sum talar ímóti, kann skjótt verða stemplaður sum ógudiligur, sum er nakað av tí versta ein rættur føroyingur kann vera. Alfred Olsen og Karsten Hansen hava átikið sær eina sera stóra ábyrgd við at fara inn á hesa leið. Teir kunnu við avgerðum sínum slóða fyri einum valstríði, sum fer at snúgva seg um átrúnað heldur enn um politikk. Hetta er valla gagnligt fyri nakað og als ikki fyri demokratiið, sum er tað besta, ið vit eiga. Vit skulu ikki ferðast langt fyri at koma til lond og samfeløg, sum eru syndrað av beiskum átrúnaðarligum stríði og ósemjum. Er tað nakar, ið ynskir sær írsk ella balkanansk, fyri ikki um at tala irakisk viðurskifti her í okkara elskaða, friðarliga og djúpt kristna landi? Hví so blanda politikk og átrúnað? Hvør vinnur við hesum og hvat verður vunnið við at politisera átrúnaðarligu viðurskifti og trúarlív føroyinga? Hvønn rætt hava ávísir politikkarar og flokkar til at taka sær patent uppá kristindómin? Tað er ein spurningur, sum mong munnu seta sær í hesum døgum.
Sosialurin