Oddagrein:Undan og eftir oljuleiting

Um 14 dagar verður fyrsti borururin settur í undirgrundina ? við oljuleiting fyri eygað. Tað er Statoil-samtakið, ið fer undir hesa søguligu uppgávu. Seinasta hond verður nú løgd á fyrireikingarnar. Hjá oljufelagnum, í Oljumálastýrinum og ikki minst í útgerðarhavnini í Runavík verður arbeitt nærum 24 tímar um samdøgrið - fyri at fáa alt liðugt til tíðina.

 



Men forarbeiðið til ta boring, ið byrjar 1. juli, hevur eisini kravt nógva orku og tíð. Fyrsti grundarsteinurin varð lagdur í 91, tá undirgrundaravtalan varð gjørd. Næsti grundarsteinurin var marknaavtalan við bretar minni enn 10 ár eftir. Og triði grundarsteinurin ? síggja vit tað í einum vinnusøguligum høpi ? hann verður so lagdur um góðar tvær vikur, tá fyrsta boringin byrjar.


Eftirtíðin fer so at vísa, um vit megnaðu hesa stóru uppgávu nóg væl og um oljan ? um hon finst ? verður til gagns og fyrimunar fyri samfelagið og komandi ættarlið. Vónandi taka vit ikki munnin ov fullan, tá vit siga, at okkara oljumyndugleikar saman við øðrum myndugleikum í landinum, hava gjørt eitt dygdargott arbeiði. Við eini kvalifiserðari leiðslu, sum hevur havt bæði bein á jørðini, hevur borið til at byggja upp eina umsiting, sum hevur megnað at stýrt gongdini út frá okkara egna tørvi og veruleika samtíðis sum man hevur funnið ta hárfínu javnvág mótvegis útlendsku íleggjarunum, sum er neyðug.


Við leitingini og møguligari framleiðslu, sum liggur fyri framman, seta vit so hol á eitt nýtt kapittul í vinnusøguni: hvussu fara nýggja vinnan og inntøkur frá henni at ávirka okkara lítla samfelag! Onkur sigur, at hetta áttu vit longu at havt hugsað meira um, meðan onnur siga, at lat okkum nú fyrst vita, um olja er her. Ikki fyrr enn tað er staðfest er tíðin komin til at fyrireika seg til nýggju avbjóðingarnar.


Í løtuni verður bíðað eftir frágreiðing, sum Fróðskaparsetrið og bretski stovnurin Menas lata gera av teimum samfelagsligu avleiðingunum frá møguligari olju. Hon kann verða ein týðandi partur av tjakinum um, hvussu vit fáa best gagn burtur úr oljuni og hvussu vit sleppa undan ringastu avleiðingunum. Eins týdningarmikið tað er at hava gjørt eitt gott forarbeiði undan leiting, er tað av stórum týdningi at seta út í kortið, hvussu vit ætla at fyrihalda okkum til tað nógva nýggja virksemið og møguligar inntøkur, ið koma í kjalarvørrinum á stórum oljufundum. Hóast hetta fyrst og fremst er ein politisk uppgáva og avbjóðing, so er hetta nakað, sum alt samfelagið Føroyar eigur at fyrihalda seg til. Tað er tað vit skulu gera í vetur, tá vit vita meira um oljuna.


Sosialurin