ODDAGREIN: Víðkið lóg um alment innlit

Sambært løglistanum í ólav­søk­u­røðu løgmans, so hevur landsstýrið í um­búna at broyta lógina um alment inn­lit. – Nei, landsstýrið ætlar ikki, at fjøl­miðl­ar­nir skulu hava lættari at­gongd til avgerðartilgongdir í lands­um­sit­ingini, men landsstýrið ætl­ar at skerpa lógina soleiðis, at fjøl­miðl­ar­nir verða avmarkaðir meira í sínum virki.

Landsstýrimaðurin í inn­lend­is­mál­um upp­lýsti í útvarpinum, at hetta var eitt ynski frá umsitingini at broyta lógina soleðis, at tað ikki verð­ur møg­uligt hjá fjølmiðlum at fáa inn­lit í set­an­ar­við­ur­skifti hjá ein­stak­ling­um, sum starvast hjá tí al­menna.
Bara tað, at tað er umsitingin, sum ynski­r hetta, er ein ávaring í sjálv­um sær. Og tað er als eingin lætti hjá fjølmiðlunum, at Kári P. Høj­gaard ikki væntar, at broytingin fer at forða fjølmiðlum í sínum ar­beiði. Hvat ger Kára P. Højgaard før­an fyri at meta um tað?
Heldur enn at skerpa lógina um al­ment innlit, so eigur landsstýrið at víðka lógina, so hon fevnir um enn fleiri viðurskifti. Sosialurin hev­ur seinastu vikurnar roynt at fing­ið innlit í búroknskapir hjá fel­øg­um, sum løgmaður hevur varðað av. Hetta eru feløg, sum – hóast løg­mað­ur hevur noktað fyri tí – hava giv­ið lands­kass­a­num tap og øðrum við.
Lógin um alment innlit hevur forð­að Sosialinum at fáa innlit í hesi við­ur­skifti. Um støðan ikki var tann, at eitt av hesum feløgum hjá løg­manni hevði givið Sosialinum eitt tap upp á góðar 100.000 krónur, so var sannleikin ikki komin fram. So høvdu fólk hildið, at tað pass­aði sum løgmaður segði við Vág­a­portalin 30. mai og við Sosialin 1. juni, at í øllum førum TAKS ikki hev­ur mist pengar av hansara vinn­u­virk­semi.
Talan er í hesum føri um vir­k­semið, sum verður endaliga avgreitt í Før­oya Skiftirætti, meðan Kaj Leo Jo­hanne­sen er Føroya Løgmaður.
Vit vóna sjálvsagt, at løgtingi ikki frem­ur hesa ætlaðu broyting hjá lands­stýrinum, men heldur víðk­ar lógina. Vit undrast eisini á, at bú­rokn­s­kapir – uppgerðir hjá part­a­felø­gum, sum eru farin á húsagang – ikki eru almennir, tá ársroknskapir ann­a­rs eru almennir.
Og nú tá landsstýrið er farið í holt við mál sum hava við gjøgn­um­skygni at gera, so hevði tað sømt seg, at løg­maður og ­øll landsstýrisfólk gjørdu al­ment kunnugt øll síni áhug­a­mál so sum partabrøv, nevnd­ar­sessir o. a., tey hava røkt. Tað hev­ur stóran týdning, at fólkið kann hava álit á pol­it­ik­ar­um – og at øll slík viðurskifti kring pol­i­tik­ar­ar eru púra opin, so tey ikki skapa trú­virð­is­trup­ul­leik­ar, so sum aktuella mál­ið um løg­mann er dømi um.