Sambart sendingini í sjónvarpinum vil hesin danski talvvenjarin og dómarin fegin brúka sína frítið til at hjálpa ungum føroyingum at gerast dugnaligir telvarar. At skapa áhuga fyri hesum spæli, sum er so nógv annað eisini. Hann heldur talvítróttina vera einastandandi til ikki minst føroysk viðruskifti, har tú oftani úti á útoyggj ella á plássum, har tað ikki eru umstøður fyri øðrum ítrivum, tørvar nakað at tríva í í tíni frítíð. Og her kemur so eginleikin við talvspælinum til sín rætt.
Føroyskt talv hevur ment seg nógv seinastu árini og er nógv gjørt fyri at menna hetta ítrív. Eitt nú vitjaði ein av størstu telvarum nakrantíð, russiski meistarin, Kasparov, oyggjarnar. Ein gestus og ein hending, sum vissuliga eigur rós uppiborið. At ein danskur talvvenjari nú fegin vil geva sítt íkast til at menna hesa ítótt og henda mentanararv er kærkomið og skal hann vera vælkomin henda vegin.
Kann slíkt sum hetta vera við til at skapa áhuga millum tey ungu fyri talvspælinum, so kunnu vit bara fegnast um tað. Eitthvørt stig, sum er við til at fáa okkara ungu at vísa áhuga fyri sunnum og góðum ítrivum,er kærkomið. Antin tað so snýr seg um fótbólt, hondbólt ella talv. Men nettupp tann sannroynd, at talv er eitt ítrív, sum ikki krevur stórar íløgur, nógv fólk ella nógva fyrireiking, ger, at eitthvørt stig, sum kann menna hesa ítróttina, eigur at vera væl móttikið. Fjølbroytni og áhugi eru lyklaorð, sum vit eiga at leggja okkum í greyma, eisini tá vit tosa um ítrív, ítrótt og mentan sum heild. Hesi bæði hugtøk eiga at standa frammaliga hjá okkum øllum og ikki minst teimum, sum skipa fyri í tí smáa sum í tí stóra.
Sosialurin