Verið hjartaliga vælkomnir skotar og landslið tykkara. Hugaligt er tað í hesum døgum at síggja hundraðtals skotar í gøtunum. Fótbólturin vísir her sítt fjølbroytta andlit - hvussu hann setir síni merki uttan fyri vøllin. Tað er ein sannroynd, at í kjalarvørrinum á fótbóltinum ber til at byggja brýr millum tjóðir og fólk og skal tað vera vón okkara, at føroyingar og skotar fara at koma hvørjum øðrum meira við. Løgið at tvey fólk, sum eru næstu grannar, í veruleikanum hava so lítið við hvørt annað at gera. Vónandi kunnu Smyril Line, Atlantsflog, Ferðaráð og landsliðið vera við til at menna samvinnuna millum hesar báðar tjóðir. Annars væl vald skilaorð, sum umboð fyri Ferðaráðið hevði í ÚF-samrøðu fríggjamorgun. Gott í tykkum. Okkum tørvar slík fólk at skapa forstáilsi og vera við til at byggja brýr.