Hetta eru greiðu boðini frá ICES til eitt nú føroyskar myndugleikar. Nú skulu so okkara egnu fiskifrøðingar og ráðgevar hjá landsins myndugleikum meta um tilmælini frá altjóða stovninum ICES, ein stovnur, sum á hvørjum ári kemur við fakligum tilmælum um fiskastovnarnar, veiðutrýst og tilmælda veiðu. Ein stovnur, sum eisini hevur verið fyri hvøssum atfinningum bæði í útlandinum og her heima á klettunum.
Tað er greitt, at okkara fiskimenn og reiðarar og tey, sum vara av fiskivinnuni, ikki uttan víðari vilja góðkenna øll tilmæli, sum koma frá stovnum sum ICES og somuleiðis okkara egnu fólkum, sum arbeiða við stovnsmetingum. Tað er ikki so langt síðani, at tilmælini frá sama stovni vórðu kolldømd av politisku myndugleikunum her heima eitt nú eftir ráðgeving frá kendum íslendskum fiskifrøðingi og ráðgeva. Nú ljóðar so, at hann er komin til Føroya í kjalarvørrinum á nýggjastu ICES-frágreiðingini.
Vit minnast øll, hvussu avgjørdur sami ráðgevi var í fjør, tá hann mælti okkum at síggja heilt burtur frá tilmælunum frá ICES og okkara egnu fiskifrøðingum. Og so bleiv. Man tað fara at vera so í ár eisini kundi verið spurt. Í skrivandi løtu vita vit tað ikki.
Sjálvandi ber tað ikki væl til at skerja veiðuna tvs. dagatalið ógvusliga nógv niður í einum høggi, tí so rillar alt tilverugrundarlagið. Hinvegin ber heldur ikki til bara at ignorera fakliga arbeiði hjá fiskifrøðingum heima og í ICES. Hóast hesi ikki altíð nýtast at siga allan sannleikan, so byggja tey kortini á drúgvar kanningar og metingar. Eins og í øðrum lívsins viðurskiftum ber heldur ikki her til at siga, antin ella. Tað má finnast ein millumvegur, sum tryggjar eina framhaldandi skilagóða veiðu men sum samtíðis eisini gevur ávaringunum og fakligu tilmælunum frá fiskifrøðingunum gætur. Tað, sum oftani verður nevnt "tann gylti millumvegurin". Men kortini eiga vit heldur ikki at brúka henda sum ein regul. Tí er tað so, at toskastovnurin er álvarsliga hóttur, eiga vit eisini at lurta eftir teimum signalunum. Vit eiga ikki at gloyma gongdina út fyri New Foundland, tá toskurin rætt og slætt hvarv av heimskortinum og framvegis ikki er komin fyri seg aftur.
Nú alivinnan er í sorli, nú rækjuveiðan líður, ja nú hesar báðar stoltu og týðandi vinnur nærum eru við at bløða út fækkast beinini búskapurin hevur at standa á. Tí setur tað eisini uppaftur størri krøv til okkum øll um at ansa væl eftir tí ríkidømi, sum er eftir, eitt nú toskinum. Eitt ríkidømi, sum vit hava fingið til láns frá okkara eftirkomarum. Tað skal vera okkara vón, at føroyskir politikarar og myndugleikar lurta eftir ráðunum frá okkara egnu fiskifrøðingum og viga tey væl og virðiliga. Hvørja endaliga loysn teir skulu koma til hava vit onga patentloysn uppá. Men brúkið vit og skil og vísið varsemi.
Sosialurin