Oddagrein· Vaktarskifti

Bispavígslan í dómkirkjuni í gjár var ein stór og avgerandi hending í føroyskari kirkjusøgu. Fyri fyrstu ferð varð føroyskur bispur vígdur av føroyskum bispi. Hendingin markerar á sermerktan hátt, at fólkakirkjan nú er komin undir føroyskt málsræði. Sum kunnugt varð kirkjan yvirtikin á Ólavsøku, og nú kann staðfestast, at kirkjan sum almennur stovnur virkar, sum hann skal. Tað einasta, ið ein kanska kann finnast at, er, at yvirtøkan ikki er vorðin framd fyri langari tíð síðan. Men nú er hon so veruleiki, og stórur meiriluti av føroyingum taka undir við hesum.

Bispavígsla er ein stór og sera álvarsom hending. Bispur er so at siga fremsti andaligi leiðari í tjóðini. Tað liggur sostatt sera stór ábyrgd á tí persóni, ið verður kosin til bisp. Bispur er sjálvsagt ein av landsins hægstu embætismonnum og skal sum slíkur fyrisita almenna stovnin fólkakirkjuna. Men sjálv fólkakirkjan er sermerkt sum stovnur. Hon hevur sítt egna stýri og hevur óvanliga fríar ræsur m.a. verður virksemið í stóran mun fíggjað við serstøkum skatti, kirkjuskatti, sum allir limir hava skyldu at rinda. Her sostatt ein víðfevnd og mangan torgreidd fyrisiting, sum krevur dugnaskap og diplomatisk evni.

 

Hartil kemur sum nevnt, at bispur er andaligur leiðari. Í okkara sekulera samfelag er hetta alt annað enn lætt. Ein bispur kann velja at tiga ella hann kann velja at tala. Kynstrið er at vita, nær ein skal tala og nær ein skal tiga. Fráfarandi bispur hevur verið virðiligur og myndugur, men hann hevur sjáldan lagt seg út í orðaskifti um andligar spurningar. Nýggi bispur tykist meira opin og framfýsin og verður uttan iva ein góður andaligur og fyrisitingarliður leiðari. Hann er meira fólksligur, og tað er júst nakað, sum mong sakna í fólkakirkjuni. Tað er eingin løtt uppgáva, ið hann hevur átikið sær. Tað hevur alstóran týdning, at nýggi bispur fær stuðul frá landsins myndugleikum, frá prestunum og øllum kirkjufólkinum í sínum virksemi, so fólkakirkjan kemur styrkt burturúr tí broytingartilgongd, sum hon er hesi ár.

 

Sosialurin